Eini 60 fólk lýddu á, tá ið tungmálsbólkurin Eimyrja fýrdi sína stuttu songskrá av í leivdunum av Fiskavirkinum - kallað Grundin í Syðrugøtu.
Oyru okkara hoyrdu ljómandi og lagfagran tungmálm, men vokalurin var í veikara lagi - viðhvørt.
Eftir okkara tykki kundi oddamaðurin verið fróðari. Til dømis hevði verið stuttligt at fingið okkurt at vitað um løgini og manningina í bólkinum.
Tað spurdu vit trummuleikaran um aftan á konsertina við teimum fimm løgunum. Maðurin eitur Edvin H. Niclasen. Sambært Edvini eitur bassspælarin Jan Bolstad Anthoniussen, gittarleikarin ber navnið Áki Lützen, og oddmaðurin við sangi og gittara er Gerhard Lognberg (yngri!).
Edvin sigur við Dimmalætting, at tað er ein ólýsilig kensla endiliga at sleppa at spæla á G! Trummuleikarin er eisini glaður, tí ljóðdygdin í Grundini var betri, enn hon hevur verið hini kvøldini.
Eimyrja, sum sambært Edvini spælir metalltónleik við bleytum virðum, er spildurnýggjur bólkur. Hann er sprottin úr ársins tónleikakapping, Sement.
Allir uttan flutningsmaðurin Áki eru læraralærdir.