Tey, sum hava lán til bústað, fáa ein part av rentunum tey rinda bankanum, aftur í stuðuli frá landskassanum.
Men tað er kortini eitt mark, tí eingin fær meiri enn 35.000 krónur um árið í rentustuðuli, ella umleið 2.800 krónur um mánaðin.
Stuðulin er 35 prosent av rentuútreiðslunum, so hægsti rentustuðul svarar sostatt til eitt lán upp á 100.000 krónur. Eingin stuðul verður latin fyri tann partin av rentuútreiðslunum, sum eru yvir 100.000 krónur.
Men nú er rentan hækkað rættiliga nógv so av tí sama eru útreiðslurnar hjá landinum eisini hækkaðar nógv.
Tí verður neyðugt við eini eykajáttan og í tí sambandi hevur Fíggjarmálið hugt eitt sindur eftir tølunum.
Og tey tølini vísa, at tað eru eini 800 - 1.000 húsarhald, sum fáa tann hægsta rentustuðulin upp á 35.000 krónur um árið.
Tey, sum fáa hægsta rentustuðul, hava eitt sethúsalán, sum er væl yvir tvær milliónir.
Í dag er miðalrentan á sethúsaskuld, umleið 4,1 prosent, tá ið bæði realkreditt og bankalán verður lagt saman.
Men uppgerðin vísir eisini, at hesi seinastur árini er talið á teimum, sum fáa tann hægsta rentustuðul, er nógv hækkað.
Tilsamans vórðu 62 milliónir settar av til útreiðslur til rentustuðul í ár, men rentan er hækkað, so útreiðslurnar verða 73 milliónir. Tað merkir, at brúk verða fyri 11 milliónir afturat.