Seinnapartin í dag fara tey úr felagsskapinum, Samhugi við Palestina, at handa løgmanni eina áheitan um varandi
vápnahvíld í Gaza.
Tað eru eini 600 fólk, sum hava skrivað undir áheitanina á løgmann, og politisku myndugleikarnar í Føroyum annars, um at fordøma ágangin, sum Ísrael fremur í Gaza - akkurát sum samgongan fordømdi álopið á sivil fólk, sum Hamas framdi tann 7. oktobur.
Ísraelski herurin hevur dripið yvir 19.000 sivilfólk í Gaza seinastu tveir mánaðirnar og yvir 8.000 av teimum eru børn.
Tey siga, at hvønn dag verða mannarættindi brotin og krígsbrotsverk verða framd og ST- aðalskrivarin, Antonio Gutteres, hevur í fleiri vikur heitt á Ísrael um at gevast við álopunum.
Harumframt hava fleiri mannarættindaserfrøðingar leingi ávarað um, at ísraelska stjórnin eftir øllum at døma er farin undir eina etniska útreinsan og eitt fólkadráp av palestinska fólkinum.
– Men í Tinganesi valdar enn ein larmandi tøgn um støðuna, siga tey í felagsskapinum, Samhugi við Palestina. Tey siga, at hetta kunnu tey ikki góðtaka og tí heita tey staðiliga á løgmann, og politisku myndugleikarnar í Føroyum, um alment at fordøma blóðbaðini og krígsbrotsverkini, sum Ísrael fremur í Gaza. Tey heita eisini á løgmann, og politikarar annars,um at gera sítt fyri at ávirka støðuna, har tað ber til, eitt nú bæði í Fólkatinginum og í uttanríkispolitiskum samanhangum.