Eingir tilburðir av koronu í Føroyum - tað sær gott út

Í Danmark er er korona rættiliga farið at ganga, men í Føroyum sær gott út

Her sær gott út, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum
Áki Bertholdsen
19. juli 2024 kl. 09:59

Í Danmark er korona rættiliga farið at gera um seg í summar, og donsku heilsumyndugleikarnir siga, at í ár er bylgjan komin fyrr enn vanligt. Ein orsøk til tað er, at nógv stór tiltøk eru, sum samlað stórar mannanúgvur, eitt nú alskyns festivalar.

Men í Føroyum er støðan heilt øðrvísi, so vit kunnu ekkaleys fara á festivalar og halda ólasøku, sum vit plaga.

Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, sigur, at tey hava kannað viðurskiftini í Føroyum og tað vísir seg, at hesar seinastu vikurnar hevur eingin tilburður av koronu verið í Føroyum.

Tey hava eisini kannað støðuna í sambandi við influensu og kikhosta, og stjórin í Heilsustýrinum sigur, at eisini í tí sambndi er støðan góð beint nú. Tey hava bara skrásett ein tilburð á influensu og bara tveir tilburðir av kikhosta nú í longri tíð.

Hinvegin heldur hann, at tá ið korona er farið at ganga í Danmark, er einki at ivast í, at tað fer eisini at koma hendavegin, sum frálíður.

Men tað góða er, at tað slagið av koronu, sum nú ger um seg í Danmark, er mest ein variantur av omikrom, sum er ein mildur variantur, og sum ikki elvir til álvarsliga sjúku undir vanligum umstøðum. Men støðan er framvegis tann, at eldri og veik, sum tola illa at verða sjúk, eiga at ansa eftir.

– Sostatt er eingin grund til at seta nøkur serlig tiltøk í verk, sigur Bjarni á Steig.

Hinvegin sigur hann, at tey góðu gomlu ráðini eru framvegis galdandi, og tey eru, at verða fólk sjúk, eiga tey at halda seg heima til tey eru frísk aftur, bæði fyri sína egnu skyld og fyri ikki at smitta onnur.

Hann heitir eisini á fólk, sum verða sjúk um at lata seg kanna fyri koronu, tí tað gevur teimum betri møguleika at fylgja við støðuni og um korona er við at taka seg upp her heima.

Annars verða koppsetingar eisini til taks seinni í ár, báði ímóti koronu og influensu.