Leikvøllir í øllum Týsklandi fara týðiliga at lata seg í ælabogalitir í kvøld, tá Týskland og Ungarn spæla dyst. Hetta, tí ungverska stjórnin fyri stuttum samtykti eina lóg, ið forbjóðar upplýsingum ella lýsingum, sum promoverar homoseksualitet ella LGBT+ til ung fólk undir 18 ár, skriva týskir miðlar.
Dysturin í kvøld millum Týskland og Ungarn verður leiktur í München, har borgarstjórin í býnum hevur roynt at fingið loyvi til at lýsa Allianz-leikvøllin upp við ælabogalitum, men í gjár boðaði UEFA frá, at evropeiska fótbóltssamgongan ikki fór at ganga hesum ynskinum á møti, tí felagsskapurin metir hetta átakið vera politiskt.
Allianz Arena verður tí ikki upplýst í ælabogalitum undir dystinum, men tað fara aðrir leikvøllir kring alt Týskland at gera ístaðin, tí fleiri týskir býir hava boðað frá, at tey fara at lýsa sínar leikvøllir upp við ælabogalitum undir dystinum í kvøld.
Borgarstjórin í München, Dieter Reiter, sigur, at hann ístaðin fer at hanga eitt ælabogaflagg upp í ráðhúsinum í dag, og harafturat fer hann at lýsa ælabogalitir á eina vindmyllu, ið liggur nærhendis leikvøllin.
– Vit í München fara ikki at aftra okkum við at senda eini greið boð til Ungarn og restina av heiminum, sigur borgarstjórin, ið kallar avgerðina hjá UEFA fyri “skammiliga”, verður hann siteraður fyri í týskum miðlum.