Eingin veit hvat tað fer at kosta at stytta arbeiðsvikurnar

Onkrar metingar eru gjørdar, men tað er stór ósemja um tær

Áki Bertholdsen
27. september 2024 kl. 09:09

Í roynd og veru er tað eingin sum veit, hvat tað fer at kosta landskassanum og vinnulívinum at arbeiðsvikan verður stytt tríggjar tímar um vikuna.

Tað er niðurstøðan, nú Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur greitt frá gongdini í málinum.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur biðið hana greiða frá um fíggjarligar avleiðingar av at stytta arbeiðsvikuna tríggjar tímar, soleiðis sum samgongan ætlar at gera.

Ingilín Didriksem Strøm sigur, at í roynd og má hendan skipanin roynast í verki áðrenn vit kunnu siga nakað um tað.

Umboð fyri fakfeløgini, umboð fyri arbeiðsgevararnar, Fróðskaparsetrið, Landsbankin, Búskaparráðið og Gjaldstovan, hava gjørt sínar metingar.

Allar metingarnar eru tó heftar at stórari óvissu, tí spurningurin er, hvussu arbeiðsvikan verður stytt og hvussu hetta fer at ávirka atburðin hjá arbeiðsfjøldini - og hvussu kostnaðurin skal býtast  millum teir ymsu partarnar.

Summastaðni verður neyðugt at seta fleiri fólk, aðrastaðni sleppa tey kanska undan, og so framvegis.

Gjaldstovan hevur gjørt eina meting av økta lønarkostnaðinum fyri land og kommunur. Fortreytin fyri hesari útrokning er, at ongar effektiviseringar eru á heilsu-, umsorganar- og útbúgvingarøkinum.

Roknað verður við, at tey, sum arbeiða niðursetta tíð, varðveita sítt tímatal. Avmarkaðar effektiviseringar eru roknaðar inn á øðrum økjum.

Sostatt er hetta helst ikki tað endaliga úrsliti, men ein yvirskipað meting við stórum fyrivarni.

Við hesum fortreytum metir Gjaldstovan at verður arbeiðsvikan stytt, fara útreiðslurnar hjá Landskassanum, og kommununum til lønir, pensjónir, Als, Barsilsskipanina og Samhaldsfasta, at økjast umleið 280 milliónir - men samstundis hevði hetta økt skattainntøkurnar hjá landi og kommunum umleið 100 milliónir.

Sostatt metir Gjaldstovan, at arbeiðsútboðið fer at lækkað umleið 560 fulltíðarstørv. Viðmerkjast skal, at fakfeløgini taka ikki undir við hesi meting, og vísa til aðrar og munandi lægri metingar.

Gjaldstovan hevur eisini mett, at verður arbeiðstíðin hjá arbeiðsfólkum í vinnuni stytt tríggjar tímar, fer tað at kosta vinnuni umleið 500 milliónir í øktum útreiðslum til lønir Men samstundis hevði hetta økt skattainntøkurnar hjá landi og kommunum, umleið 200 milliónir.

Aftur her skal viðmerkjast, at fakfeløgini taka ikki undir við hesi meting, og vísa til aðrar og munandi lægri metingar.

Tað er sera trupult at meta um ávirkanina á arbeiðsútboðið. Tað veldst um, hvussu teir ymsu sáttmálarnir viðgera arbeiðstíð og hvussu steðgir og matarsteðgir, vera hildnir og løntir.

Aftrat hesum er trupult at meta um, hvussu føroyska arbeiðsmegin fer at bera seg at, um arbeiðstíðin í sáttmálum verður sett niður.

 Fara fólk at arbeiða teir tímarnar minni, sum arbeiðsvikan verður stytt, verður kostnaðurin fyri hvørt starvsfólk óbroyttur. Men verður tørvur á at seta fleiri fólk at loysa arbeiðsuppgávurnar á summum arbeiðsplássum og tað fer at økja um lønarkostnaðin.

Verður arbeiðstíðin stytt, fer tað hinvegin kanska at økja um produktivitetin á hvørjum arbeiðstíma, soleiðis at tað kanska ikki verður neyðugt seta fleiri fólk í starv. Men á summum arbeiðsplássum letur tað seg kanska ikki gera, at økja effektivitetin fyri hvønn arbeiðstíma, sigur landsstýriskvinnan.