Eingin steðgar KÍ

Oddaliðið KÍ strýkur avstað, og munurin niður á annað pláss er nú vaksin enn meira, eftir at HB tapti móti Víkingi í dag. EB/Streymur gjørdi vart við seg og vann á silvurvinnarunum frá í fjør, NSÍ.

Katrin Erlendsdóttir
13. juni 2021 kl. 18:18

Tað er ikki ordiliga nøkur kapping at hóma ovast í Betri deildini hjá monnum, har KÍ við rúkandi ferð strúkur avstað við nógv fleiri stigum enn øll hini. 

Klaksvíkingar fingu í dag vitjan av tvøramonnum í einum dysti, sum mest sum bara var ein avgreiðslspurningur fyri oddaliðið. Hetta var toppur og botnur, og KÍ vann trygt 4-0. Fyrsta málið kom eftir sjey minuttum, og tá 23 minuttir vóru spældir, vísti máltalvan 2-0, og so ráddi bara um at koyra tað heim. Og tað gjørdi KÍ aftur hesaferð og kann nú av álvara roknast sum ein risafavorittur til FM.

Í Gundadali spældi HB fyri fyrstu ferð í eitt ár á Ovara vølli, har teir tóku ímóti Víkingi. Tað vóru bara tvey stig ímillum HB og Víking á øðrum og triðja plássi, so tí varð lagt upp til ein spennandi dyst. Soleiðis byrjaði dysturin eisini. Men so skoraði Víkingur eftir bara fýra minuttum, og HB-leikararnir høvdu alt ov nógvar nertingar og megnaðu ongantíð at seta seg á dystin og ei heldur seta ferð á hann. Seint í dystinum komu tvey mál afturat, eitt til hvørt liðið, men tað var ikki nóg mikið hjá HB at økja um spenningin í oddinum og vinna seg nøkur stig nærri KÍ. Í staðin fóru gøtumenn til hús við sigrinum og einum øðrum plássi í taskuni.

Hóast NSÍ hevði fleiri stórar málmøguleikar, tá teir í dag vitjaðu sundalagsmenn í EB/Streymi, so máttu teir lúta við einum 2-1 tapi. Fyrri hálvleikur var málleysur, men so legði Hjalti Kárason Djurhuus heimaliðið á odda við einum brotssparksmáli stutt eftir hálvleik. Løtu seinni var 2-0, og tað var støðan til stutt fyri leiklok, tá NSÍ gjørdi ein vørr við einum máli. Men tað bleiv ikki til meira enn tað, og tí gjørdist úrslitið ein kærkomin sigur til EB/Streym, sum nú hevur 12 stig og ikki luktar av niðurflyting.

Seinasti dysturin í dag var millum botnliðið B68 og B36, sum í ár liggur miðskeiðis í kappingini. Toftamenn lupu hvøkk á havnarmenn og skoraðu fyrsta málið, tá 24 minuttir vóru spældir. Hetta setti gongd á, og løtu seinni svaraði Bjarki Nielsen hjá B36 aftur. So var javnleikur, og nakað áðrenn hálvleik var Bjarki Nielsen aftur klárur og setti bóltin í netið til 1-2. Løtu seinni var 1-3, sum gjørdist endaliga støðan. 

Í morgin spæla 07 Vestur og ÍF, og so er 13. umfar í Betri deildini spælt. Deildin hevur verið nógv ávirkað av koronusmittu seinastu vikurnar, og fleiri útsettir dystir eru, sum skulu spælast komandi tíðina. Niðastu tvey liðini fingu einki stig í dag, meðan KÍ, sum nevnt, trumlar avstað, og Víkingur hevur yvirhálað HB á øðrum plássi.