Eingin nýggjur er smittaður í Kina

Landið metir seg hava tamarhald á støðuni nú talið av koronatilburðum lækkar og eingin nýggjur er smittaður lokalt. Tó draga lesandi uttanlanda smittuna heim við sær

Bryndis Hjartardóttir
23. mars 2020 kl. 10:54

 Talið á nýggjum tilburðum í Kina er fallið nógv seinastu dagarnar. Í fleiri dagar á rað hava heilsumynduleikarnir í Kina staðfest, at eingir nýggir 'lokalir' Covid-19 tilburðar eru staðfestir. Tað merkir, at eingin nýggjur er smittaður í landinum. 

Allir nýggju tilburðanir eru komnir útifrá, nú alsamt fleiri kinesarar venda heim til landið, vegna herd tiltøk í Evropa og USA, flestu av hesum eru lesandi. 

Tað eru serliga stórbýirnir Beijing og Shanghai, sum merkja innflutningin av smittuni, og nú herða allir stórbýirnir trygdartiltøkini, í móti ferðandi. Hetta merkir, at nú skulu øll ferðandi kannast fyri Covid-19. Áðrenn blivu bert ferðandi úr vandaøkjum kannaði. Eingin nýggjur 'lokalur' tilburður er staðfestur, men sunnudagin var talið fyri innfluttar tilburðir 314. 

Í Wuhan, í Hubei landspartinum, har koronavirussið fyrstu ferð varð staðfest, hava eingir nýggir tilburðir verið í fimm dagar á rað nú, skrivar Reuters. 
Landsparturin hevur verið avbyrgdur síðani 23. januar, og nú byrja heilsumynduleikarnir spakuliga at lina tiltøkini í landspartinum. Tað merkir eisini, at fólk so smátt eru farin út aftur. Enn ber tó framvegis ikki til at ferðast óneyðugt til ella úr økinum. Øll ferðandi skulu verða staðfest frísk áðrenn ferðaloyvi verður givið. 

Sunnudagin 22. mars var samlaða talið av koronatilburðum í Kina 81.093, harav 3.270 fólk eru deyð.  

 

 

 

 
//Reuters