Eingin kappróður í Kollafirði í vikuskiftinum: Arbeitt verður við aðrari loysn

Róðrarsambandið sær seg ikki ført fyri at avgreiða kappróðurin í Kollafirði í ár, tí tvær tvíkiljur hjá Bakkafrosti ikki eru tøkar til vikuskiftið vegna serligar umstøður. Nú verður arbeitt at flyta kappróðurin til eitt annað kappróðrarøki

Sigurjón Einarsson
16. juni 2021 kl. 23:47

Róðrarsamband Føroya ger alt fyri, at kappróður verður leygardagin, hóast tað í kvøld gjørdist greitt, at tað ikki liggur fyri at skipa kappróðurin í Kollafirði.

Arbeitt verður nú við, at flyta kappróðurin til annað kappróðrarøki.

– Vit eru vónrík um, at hetta fer at lata seg gera. Vit kunna nærri um, hvar kappróðurin verður so skjótt, vit hava fingið øll viðurskifti og loyvi endaliga váttað. Hetta verður væntandi tíðliga í morgin.

– Alt er næstan komið 100 prosent upp á pláss, men vit mangla bert eitt loyvi. Men vit vóna, at vit kunnu kunngerða tað einaferð tíðliga í morgin, hvar kappróðurin verður, sigur forkvinnan í Róðrarsambandinum, Annika Dalsgarð við Dimmalætting.

Forkvinnan viðurkennir, at tað var ein smeitur fyri tey í Róðrarsambandinum, tá tey á fundi í kvøld fingu at vita frá kappróðrarnevndini hjá Kollafjarðar Ítróttarfelag, at tvíkiljurnar hjá Bakkafrosti, sum í mong ár hava verið ein hollur stuðul at fáa róðurin avgreiddan í Kollafirði, ikki kunnu hjálpa til í ár vegna serligar umstøður.

Kappróðrarnevndin í Kollafjarðar Ítróttarfelag skrivar í einum uppslagi á Facebook í kvøld, at Róðrarsamband Føroya setur høg krøv til bátar, sum halda startinum, og tá eru tað hesar tvíkiljur, ið næstan eru tær einastu bátarnir, sum megna hesa uppgávuna.

– Hendan støðan uppstóð sunnukvøldið, og vit hava arbeitt við einari alternativari loysn síðani tá. Trupulleikin er tó tann, at eingin tíð hevur verið at roynt aðrar loysnir, orsakað av veðrinum og skipaferðsluni á fjørðinum, skrivar kappróðrarnevndin hjá KÍF.

Annika Dalsgarð sigur, at tey í RSF arbeiða nú av øllum alvi at fáa kappróðurin avgreiddan í vikuskiftinum, tí tað er snøgt sagt ikki pláss í kalendaranum, skuldi enn ein kappróður verið útsettur, eftir at avgerð varð tikin um at útseta kappróðurin á Norðoyastevnu vegna koronuumstøðurnar tá.