Eingin gongd út í Mykineshólm í 2024

Fyri at geva lundanum frið í bútíðini, verður ikki latið upp fyri ferðafólkum at ganga út í hólm komandi summar, boða hagapartarnir í Mykinesi frá

Tíðindaskriv frá hagapørtunum í Mykinesi
4. januar 2024 kl. 16:09

Aðalmálið við samtyktini á grannastevnuni í 2017 var at skipa ferðavinnuna í Mykinesi á burðardyggum grundarlagi við neyðugum atliti til at verja náttúru, djóra- og fuglalív best møguligt.

Í 2021 var omanlop úti í Lamba og ein partur av lopinum rakti umleið 30 – 50 metrar av gøtuni, ið tískil má flytast. Eftir tilmæli frá Jarðfeingi varð øll gongd steðga inntil nærri kanningar kundu staðfesta, hvussu støðan var.

Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini í Vágum um at loyva at flyta hetta petti gøtuni og metingar hjá Jarðfeingi hava víst, at tað ikki er øktur vandi fyri, at tað stendur til at loypa meir.

Hóast neyðug loyvi og nøktandi trygdarmeting, er avgjørt at atliti til lundastovnin vigar tyngri og tí verður ikki latið upp fyri túrinum út í hólm í 2024.

Síðani 2017 hevur verið arbeitt fram ímóti einari loysn, ið tekur hesi atlit, samstundis sum ferðafólkini fáa eina góða uppliving uttan at tað órógvar náttúru, djóra- og fuglalívið og tey sum búgva í oynni minst møguligt.

Royndirnar frá í fjør vístu, at tað er ein avgjørdur fyrimunur at ferðafólkini ganga í bólkum við ferðaleiðara eftir einum skipaðum leisti og tí verða túrarnir í 2024 skipaðir eftir sama leisti, við somu treytum og túrum.

Hetta merkir, at tað einans eru vaksin útlendsk ferðafólk og vinnulig ferðavinna, ið rinda fyri ferðaleiðara og gongugjald. Prísurin er eisini óbroyttur, nevniliga 400 krónur um bókað verður í seinasta lagi dagin fyri á www.hiking.fo. Føroyingar og børn gjalda framvegis einki, men tað er neyðugt, at øll bóka túrin á hiking.fo. Verður túrurin avlýstur vegna veður fáa ferðafólkini peningin aftur.

Fyri at verja náttúru, fugla- og djóralív best møguligu treytir at trívast, verða bert opið í tíðarskeiðinum 10.00 – 17.00 og allir túrar eru við ferðaleiðara. Trivnaðurin í bygdini hevur stóran týdning og tað er umráðandi at bygdarfólki eisini fær frið frá nógvu ferðafólkunum. Tað er eitt ynski frá bygdarfólkunum at teirra ynski verða vird. Fyri møguligar túrar uttanfyri hetta tíðarskeið skal biðjast um loyvi í hvørjum einstøkum føri.