![](/assets/articles/2025-01-12-atlantsflog.png)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Eingin flogferðsla er í dag
Tað er ov nógvur síðuvindur á flogvøllinum
Jóannes Hansen
12. januar 2025 kl. 15:38
Tað er eingin ferðsla um flogvøllin í Vágum nú seinnapartin og í kvøld.
Flogfarið til Keypmannahavnar lætti úr Vágum klokkan 8.19 í morgun, og síðani hevur eingin ferðsla verið.
Orsøkin er tann, at tað er ov nógvur síðuvindur á flogvøllinum í Vágum. Hann er lágur í ættini, mest sum beinur sunnan, og miðal vindferðin er 16,1 m/s. Í hvirlunum er vindferðin omanfhri 22 m/s, og soleiðis verður tað eisini í kvøld.
Eitt flogfar átti sambært ferðaætlanini at farið til Keypmannahavnar klokkan 14.30, og tvey flogfør úr Keypmannahavn áttu at lent í Vágum – klokkan 13.40 og 18.30.
Fyrsta flogfarið úr Vágum í morgin fer sambært ferðaætlanini til Keypmannahavnar klokkan 8.20.