Tað hongur glæsilig søga yvir Real Madrid, og tað varð aftur í kvøld staðfest, at teir í Real Madrid ikki enn eru mettir.
Í kvøld vann Real Madrid størstu finaluna fyri 15. ferð. Einki annað felag hevur vunnið fleiri enn sjey finalur. Síðani Champions League sá dagsins ljós í 1993, hevur Real Madrid vunnið níggju finalur, og undir gomlu skipanini vann Real Madrid seks finalur. Eitt nú vann Real Madrid fimm tær fyrstu finalurnar - 1956 - 1960 og aftur í 1966. Í nýggju skipanini hevur Real Madrid vunnið í 1998, 2000, 2002, 2014, 2016, 2017, 2018, 2022 og so í 2024.
Hesaferð var finalan á Wembley, har mótstøðuliðið var týska Borussia Dortmund. Real Madrid varð roknað at vera stórur favorittur, men tað legði týska liðið líka í.
Undan steðginum var Borussia Dortmund leikliga omaná, og týskararnir spældu seg til fleiri heilt góðar málmøguleikar. At tað ikki eydnaðist at skora vísti seg at kosta sigurin.
Eftir steðgin spílaði Real Madrid seg meiri út, og tá eydnaðist tað at skjóta tvey mál og vinna 2-0.
Eitt korter resaði, tá ið Daniel Garvajal eftir horna úr vinstru og við høvdinum setti bóltin í málið, og niggju minuttir seinni var 2-0. Tá var tað Vinicius Junior, sum skoraði.
Hetta er sætta ferðin í tíggju ár, at Real Madrid vinnur Champions League finaluna. Venjari hjá Real Madrid er italski Carlo Ancelottis, sum verður roknaður at vera millum heimsins bestu venjarar yvirhøvur.