Eingin busskoyring í Klaksvíkar kommunu

Vegna vantandi brennievni gevst bussleiðin í Klaksvík at koyra frá í dag.

Rúni Korsgaard
25. mai 2024 kl. 18:00

Hetta boðar Klaksvíkar kommuna frá í tíðindaskrivi.

Í skrivinum stendur, at manglandi brennievni er orsøk at býarbussurin steðgar allari koyring.

Báðar bussleiðirnar koyra restina av degnum í dag, men so verður ikki koyrt aftur, fyrr enn verkfallið er av, ljóðar tað frá Klaksvíkar kommunu.