Eingin ávís orsøk til at hon hevur skift meining

Hon følir seg kallaðan at fara aftur í Løgtingið

Áki Bertholdsen
15. september 2023 kl. 15:30

Tað er eingin ávís orsøk til at eg taki sæti á tingi aftur. Tað sigur Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn.

Hon boðað annars frá, at hon fór at taka farloyvi úr Løgtinginum fyri at miðsavna seg fult og heilt um starvið sum rektari á miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Úrslitið var, at varamaðurin, Árni M. Dam tók sæti á tingi fyri Framsókn.

Men tað gjørdust ein stokkut løta hjá honum í Løgtinginum tí nú hevur Hanna Jensen boðað frá, at hon hevur broytt støðu og tekur sæti á tingi kortini. Samstundis fer hon í farloyvi úr rektarastarvinum á Kambsdali

Hon skrivar, at hon følir seg meg kallaða at fara aftur á ting. Hon sigur, at hon hevur viðgjørt støðuna aftur og aftur hesar seinastu mánaðirnar - bæði við seg sjálva og við sínum nærmastu, og við vinir og góðum ráðgevarum.

– Umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú, segði hon.

Hanna Jensen sigur í dag, at hon hevur ikki fleiri viðmerkingr. Men hon sigur, at tað eru ikki nøkur ávís mál, sum hava fingið hana at broyta støðu og at taka við tingsessinum aftur.

Tað er politiska arbeiðið, sum heild, sum hon følir, at hon hevur skyldu at vera við í og so verða málini viðgjørd so hvørt.