Eyðfinn Magnussen skrivar soleiðis í fb bólkinum Haruskjóting í Føroyum:
Nú harutíðin er meira enn hálvrunnin, eru einans 2.000 haru skrásetta at vera skotnar á 144 túrum kring landið.
Talið av harum, sum verður skotið í Føroyum, kann vera rættuliga ymiskt frá einum ári til annað. frá gott 9.000 til 3.000 harur. Í miðal hevur veiðan tey ellivu árini verið 6.407 harur um árið.
Árið í ár sær sostatt út til at fara at vera eitt vánalig ár til hárum. Men enn eru langt frá øll tølini komin inn. Higartil eru veiðan bara skrásett fyri 95 hagar. Vanliga verður skotið í eini 250 høgu, kring landið.
Loyvt er at skjóta haru fram til 31. desembur.
Á kortinum niðanfyri sæst, hvussu nóg er skotið í teimum ymisku høgunum higartil í ár. Ovara talið í grønu feltunum vísir talið av harum, sum eru skrásetta. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ) er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil. Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.
SKRÁSETIÐ HARUTÚRARNAR
Til ber at skráseta harutúrarnar á heimasíðuni "Haran.fo".
Eins og undanfarin ár, verður hetta verður gjørt við at trýsta á ljósabrúna feltið, sum er ovast uppi í høgra horni, "Skráset Harutúr"
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login