Víkingur hevur eitt skot eftir. Tað verður í Klaksvík um eina viku. Í kvøld vóru víkingarnir á útivølli í Gent í Belgia, har heimaliðið vann 4-1. Úrslitið er nett tað sama, sum tað var, tá ið KÍ týskvøldið tapti 4-1 í Malmø.
Tí vera tað tveir dystir við sama útgangsstøði í Klaksvík í næstu viku. Tað er greitt, at KÍ fer ikki at varpa Malmø FF úr Champions League, og tað er greitt, at Víkingur fer ikki at varpa Gent úr Conference League.
KÍ fær í hvussu so er tveir møguleikar aftrat – annan í Europa League og hin í Conference League – meðan setningurin hjá Víkingi í Europa á hesum sinni snýr seg um at avrika væl og at royna at skava stig saman til føroyska roknskapin í Europa høpi.
Í kvøld var tað munur á liðunum í belgiska býnum Gent, sum er mannað við spælarum úr fleiri heimspørtum.
Teir úr Eysturkommunu vístu sera góðan hugburð, og teir stríddust ein fyri allar og allir fyri ein. Tað var eisini hugaligt og stimbrandi, at Víkingur legði seg á odda, tá ið eitt lítið korter var farið. Málskjútti fyri aðru ferð í Europa í ár var Jørgen Nielsen. Støðan var eftir horna, og uppleggið átti vongverjin í vinstru Bergur Gregersen.
Víkingur var í kendu uppstillingini, sum í kvøld kanska heldur var 4-5-1 enn 4-3-3. Skipanin á liðnum var góð á tann hátt, at tað var tætt millum keturnar, og tað var tætt millum spælararnar í ketunum.
Heimamenninir høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, og teir javnaðu í 25. minutti.
Tað vóru nógvar spentar støður í brotsteiginum hjá Víkingi seinna partin av fyrra hálvleiki, men víkingarnir ofraðu seg og hildu høvdið kalt, so hálvleiksstøðan var 1-1.
Hóast heimaliðið hevði ógvuliga stóra yvirvág í seinna hálvleiki, so eiga víkingarnir at iðra seg um tey trý málini. Tað fyrsta var eftir at Atli Gregersen kiksaði, tá ið hann royndi at sparka burtur, tað næsta var við brotssparki, sum Olaf Bárðarson var óheppin at gera, og lítla løtu undan leikloki var málverjin Bárður á Reynatrøð fyri fyrstu ferð á kvøldinum óheppin, tá ið hann royndi at halda bóltinum, sum skrúvaði illa, tá ið hann úr vinstru dalaði dygst niður við tvørtrænum. Hann misti bóltin og so var 4-1.
Inntil tá hevði Bárður av Reynatrøð av álvara víst landsliðsstøði.
Víkingarnir løgdu alt teir áttu í avrikið í kvøld. Tað fara teir eisini at gera hóskvøldið í Klaksvík. Hvussu gott úrslit tað fer at bera við sær valdast eisini um, hvussu Gent fer at manna seg, og hvønn hugburð belgiska liðið fer at vísa í Føroyum.
Um eina viku fer Víkingur at venda fokus ímóti at verja oddastøðuna í landskappingini. Dystirnir í Europa í summar eru góð fyrireiking til ta uppgávuna.
Gent – Víkingur 4-1 (1-1)
Á KAA Gent leikvøllinum í Gent í Belgia
Hósdagin 25. juli 2024 kl. 19.00
Annað umfar og fyrri dystur í UEFA Conference League
0-1: Jørgen Nielsen 13.
1-1: Hyun-Seak Hong 25.
2-1: Sven Kums 59.
3-1: J. De Sart br 68.
4-1: Hyun-Seak Hong 88.
Dómarabólkur úr Íslandi: Vilhjalmur Thorarinsson, Gylfi Mar Sigurdsson, Kristjan Mar Olafs og
Elias Ingi Arnason (4. dómari)
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen (Signar á Brúnni, 90.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Poul Kallsberg (Ingi Jonhardsson, 78.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Árni Nóa Atlason, 78.), Sølvi Vatnhamar, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson (Jákup Johansen, 78.) – Jørgen Nielsen (Finnur Justinussen, 65.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Páll Eirik Djurhuus, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen
Gult kort: Atli Gregersen, Jóhan Petur Poulsen, Olaf Bárðarson, Géza Dávid Turi,
Venjari; Jóhan Petur Poulsen