Um eina viku byrjar ársins Vetrarjazz festivalur. Hetta er 10. ferð at Havnar Jazzfelag skipar fyri Vetrarjazzi, og tað verður hátíðarhildið við 7 døgum á tremur við góðum føroyskum og altjóða jazzi.
Fjølbroytta skráin telur heili 24 bólkar, sum spæla 28 konsertir á 9 ymsum spælistøðum. Konsertir verða í Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Kaffihúsinum, Havnar Kirkju, Sirkus, Perluni, Hvonn, SMS og Blábar. Sostatt fer Vetrarjazz rættiliga at seta sín dám á allan Havnar bý.
Umframt føroyskar jazz-legendur sum Plúmm og Yggdrasil, eru fleiri spennandi nýggir føroyskir bólkar við á skránni í ár. Guðrun Sólja, sum nýliga er byrjað at syngja jazz og tað sera væl, framførir við síni nýggju kvartett, ein ungur bólkur úr Klaksvík “Jazz fyri Petur Hans” verður gestur á Open Mic í Reinsarínum, og vit sleppa fyri fyrstu ferð í Føroyum at hoyra teir seks gávuríki ungu tónleikararnar, sum vóru við á altjóða verkætlanini On Mass í London – tey spæla leygardagin 27. januar í SMS.
Fleiri føroyskir útisetar vitja eisini Vetrarjazz í ár. Bassleikarin Bárður Reinert Poulsen, sum er virkin yrkisleikari í Noregi, kemur til Føroya við Espen Berg Trio og gittarleikarin Jón Klæmint Hofgaard, hevur sína debut á Vetrarjazz við experimenterandi, improviserandi bólkinum Rutger Hauser úr London.
Umframt Espen Berg Trio og Rutger Hauser, vitja fimm aðrir útlendskir bólkar: Morten Schantz Godspeed, sum spæla orkufullan og fjølbroyttan jazz; Espen Eriksen Trio, sum spæla melodiøsan og kenslubornan jazz; Anders Jacobsen Kvintett, sum spæla glaðan, latínamerikanskan jazz; Univers på Vers, sum spæla barnajazz og altjóða stjørnurnar í Marius Neset Kvartett, sum verða mettir at vera á væl veg uppá heimsins allarhægstu jazztindar.
Øll skráin til Vetrarjazz 2018 kann lesast á https://www.facebook.com/vetrarjazz/