Ein vanlukka í Leirvík hevur kravt eitt mannalív

Ein maður kom undir eina gravimaskinu

Áki Bertholdsen
17. mai 2024 kl. 07:52

Í gjárkvøldið hendi ein arbeiðsvanlukka í Leirvík sum kravdi eitt mannalív. 

Ein maður arbeiddi í eini gravimaskinu einar 200 metrar frá vegnum út á Hagaleiti. 

Tá ið fólk royndu at ringja til hann svaraði hann ikki og tí fóru fólk at vita um nakar var á vási.

Tá ið tey komu fram funnu tey mannin undir maskinuni. Tey vita ikki, hvat er hent, men onkusvegna er maskinan koppa á hann.

Løgreglan sigur, at sjúkrabilur, lækni og sløkkilið vórðu boðsent, men har varð einki at gera og maðurin, sum var í fimmtiárunum, stóð ikki til at bjarga. Arbeiðseftirlitið hevur eisini fingið boð, so hetta málið verður nú kannað eftir forskriftunum.