Ein væleydnað debut

Málsliga hevur Jón ein lættan og livandi penn, sum hóskar væl til eina slíka skaldsøgu

Páll Isholm
24. oktober 2023 kl. 01:00

Fyri sløkum ári síðan kom út fyrsta skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson. Skaldsøgan nevnist Tám, og talan er um eina áhugaverda og væleydnaða debut, sum eg vóni hevur givið høvundanum hug at skriva fleiri. Áður hevur Jón skrivað stuttsøgusøvnini Søgur úr býnum og Hult og dult við áhugaverdum og góðum stuttsøgum.

Skaldsøgan er søgan um Bartal og Anju, sum  finna saman. Vit fylgja tveimum paralellum søgugongdum, og skapa hesar spenningin í søguni. Bygnaðurin er greiður, og sum lesari villist tú ongantíð. 

Bókin Tám er ein realistisk samtíðarskaldsøga, sum fer fram í Tórshavn. Temað er trúfesti og fals millum vinir, millum ættarlið, millum kyn og millum samfelag og einstakling. Skaldsøgan lýsir og viðger nútíðarrák í føroyska samfelagnum. Bústaðartrupulleikin, rúsevnishandil, politiskt spinn, útlendsk arbeiðsmegi, hjúnarskilnaður, mentanarmunir og støðan sum einligur forsyrgjari eru millum evnini. 

Høvuðsleikararnir liva eitt vanligt lív í høvuðsstaðnum, og í teirra gerandisdag eru øll hesi evnini flættað saman. Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, men Jón megnar hetta á ein flótandi og ótilgjørdan hátt. 

Málsliga hevur Jón eitt lættan og livandi penn, sum hóskar væl til eina slíka skaldsøgu. Ein greiður bygnaður, eitt lætt mál í eini realistiskari samtíðarsøgu er ein góð samanrenning.

Vansin við at skriva so realistiskt og tíðarbundið, sum Jón ger, er kanska, at bókin um nøkur ár er óaktuel og gloymd. Tó verður temað ‘trúfesti og fals’ altíð viðkomandi, og ein samtíðarskaldsøga sum hendan kann siga okkum frá dagsins samfelag úr sjónarhornum, sum tíðindi, dokumentarar, politiskt kjak o.s.fr. ongantíð fara at megna. Tí er júst slíkur skaldskapur eisini týdningarmikil í føroysku bókarúgvuni.

Fyri lesaran, ið gjarna vil lesa eina veruleikakenda lættlisna føroyska nútíðarskaldsøgu, er Tám ein fín og kærkomin skaldsøga.