Harðskapur ímóti kvinnum í Stórabretlandi hevur nátt einum “epidemiskum støði”.
Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, har tølini vísa, at harðskapur verður framdur ímóti einari av 12 kvinnum á hvørjum ári. Tað eru tvær milliónir kvinnur. Harafturat ger frágreiðingin vart við stór myrkatøl.
Frágreiðingin er gjørd av yvirskipaða tjóðargagninum hjá bretsku løgregluni, NPCC og College og Policing, sum millum annað tekur sær av útbúgving og menning hjá løgregluni í Stórabretlandi.
Í frágreiðingini kemur tað eisini fram, at løgreglan ímillum apríl 2022 og mars 2023 skrásetti eina millión brotsverk ímóti kvinnum og gentum. Í sama tíðarskeiði taldi harðskapur ímóti kvinnum 20 prosent av øllum teimum fráboðaðu brotsverkunum.
Harðskapur ímóti kvinnum og gentum er ein vaksandi trupulleiki í Stórabretlandi. Frá 2018-2019 til 2022-2023 skrásetti løgreglan ein vøkstur uppá 37 prosent.
Serliga sæst ein vøkstur í kynsligari misnýtslu av børnum. Sambært frágreiðingini var tað frá 2013 til 2022 ein vøkstur frá 20.000 til 107.000 tilburðir.
Meira harðskapur í parløgum tá Ongland tapir
Harðskapur í parløgum er áður settur saman við enskum fótbólti. Ein greining frá Lancaster University í 2013 vísti, at harðskapur í parløgum hækkaði við 38 prosentum tá England tapti í einum endaspæli.
Bretska kvinnufelagskapurin Women`s Aid gjørdi í tí sambandi eina herferð ímóti harðskapi í parløgum í samband við fótbólt.
- Har eru kvinnur í kvøld, sum ræðast, at teirra maður ella sjeikur kemur heim. Fótbóltur fremur ikki harðskap í heiminum, men títtleikin kann vaksa og harðskapurin kann blíva ógvusligari eftir stórar dystir, har frágreiðingin vísir eina hækkan uppá 38 prosent, tá England tapir, skrivaði felagsskapurin á X undan EM-finaluni.
Varaovastin í bretsku løgregluni, Maggie Blyth, mælir stjórnini til at seta tiltøk í verk.
- Harðskapur ímóti kvinnum og gentum er ein tjóðarkreppa. Vit hava brúk fyri stuðli og vegleiðing frá stjórnini til at seta inn, ljóðar tað.
Landsins nýggi forsætisráðharri, Keir Starmer, lovaði í fjør, at harðskapur ímóti kvinnum skuldi minka við einum helmingi innan fyri eitt áratíggju. Tað ætlar hann m.a at gera við at gera dómstólar, sum einans skulu taka sær av neyðtøkum og seta serfrøðingar innan harðskap, at taka neyðaruppringingar.