Ein uppløgd hjálp til okkara børn

Hevur tú eitt problem, kanst tú boða frá anonymt og gera vart við problemið, uttan at tú skalt verða bangin fyri avleiðingum

Hergeir Staksberg
1 tími síðan

Talan er um eina whistleblower skipan. Tað merkir í stuttum, at hevur tú eitt problem, so kanst tú boða frá anonymt og gera vart við problemið, uttan at tú skalt verða bangin fyri avleiðingum.

Tá tú hevur fráboðað problemið, fer ein óheftur persónur at viðgera málið og kannar, um tað er hald í fráboðanini. Og er tað hald í, so verður fráboðanin borin fram á rætta stað.

Hví anonymt og óheft?
Ímynda tær eina vøggustovu, har smíl og látur fyllir rúmið, og børnini trygt granska umhvørvið. Men aftanfyri fasaduna er tað alt annað enn ljósareytt. Har eru problemir, sum ongin torir at tosa um, tí tey óttast møguligar avleiðingar.

Her kann ein óheft whistleblower skipan verða lykilin til at loysa problemið og skapa eitt betri umhvørvi fyri børnini, foreldrini, starvsfólkini, leiðarar og samfelagið sum heild.

Tøgnmentan
Eg havi sjálvur rent meg í tøgnmentanina, sum valdar innan ansingarøkið. Fleiri ferð fekk eg boð um ikki at tosa negativt um barnagarðin hjá mínum barni, tí tað kundi seta stovnin í ringt ljós. Problemið er bara, at um mann onki ger, so sker ongin broyting.

Og tað var ikki fyrr enn, at eg fór alment út, at mann valdi at gera nakað við problemið.

Ein whistleblower skipan er ein skipan sum riggar. Tildømis eru dømi um eitt hospital í Danmark, sum hevur fingið flestar klagur. Hospitalið hevur tikið kritikkin til sín og rættað skeivleikarnar. Og úrslitið er, at sama hospital liggur ovast á listanum yvir nøgdar kundar og væleydnaðar operatiónir.

Fyrimunur fyri øll:

1. Børnini
Børnini fáa ta góðsku og umsorgan, tey hava tørv á, og tey kenna seg tryggan og hoyrdan. Tá pedagogarnir og hjálparfólkini fáa røttu umstøðurnar, so skapar tað eitt betri læringsumhvørvi.

2. Foreldrini
Tey vita, at har er ein skipan, har tey kunnu kæra sína neyð. Og hetta skapar álit á stovnin, og foreldrini kunnu fokusera uppá at stuðla teirra børnum og stovna, uttan at stúra óneyðugt.

3. Pedagogar og hjálparfólk
Tá starvsfólkini kenna seg trygg við at boða frá, minka sannlikindini fyri tøgnmentanini, har problemini verða ignoreraði. Starvsfólkini verða meir motiveraði og nøgd í teirra starvi, tá tey vita, at teirra stúranir verða tiknar í álvara.

4. Leiðarar
Teir kunnu viðgera málini so skjótt teir móttaka tey. Hetta fer at styrkja teirra leiðaraleiklut og evnir at skapa eitt positivt arbeiðsumhvørvi. Hetta vísir eisini, at leiðslan er opin fyri afturmeldingum og ynskir at arbeiða fyri betri umstøðum.

5. Samfelagið
Í einum lítlum samfelag, har øll kenna øll, er tað umráðandi at at varveita góða umdømið. 

Ein whistleblower skipan klæðir samfelagið  til at viðgera problemir opið og ábyrgdarfult. Tað skapar álit og samstarv millum stovnar og samfelag.


Tíð til handling
Skipanin er longu í Føroyum, og hon er ikki dýr. So Tórshavnar kommuna ynskir tað besta fyri ansingarstovnarar, so er bara at seta í gongd beinanvegin.

Tað er tíð til at handla og tryggja, at øll - frá børnum til skattaborgara - enda sum vinnarar. Lat okkum taka fetið móti eini mentan, har vit ikki tiga problemini í hel, men heldur loysa tey í felag.

Vinarliga
Hergeir Staksberg