Ein Tunnil til Vestmanna er nummar tvey í røðini

Tunnilin, vestmenningar vilja hava, kostar 950 milliónir

Í gjár var ein av døgunum, har tað ikki var koyrandi á Vestmannavegnum. Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
21. november 2024 kl. 09:01

Ein tunnil til Vestmanna, er nummar tvey í røðini av tunlum, sum skulu gerast. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Grímur Sundstein, sum hevði sæti á Løgtingi eitt skifti fyri Fólkaflokkin í heyst, hevur spurt hann, hvussu gongur við ætlanini at gera tunnil til Vestmanna.

Dennis Holm sigur, at sum heild er vegurin til Vestmanna, góður, men hann ásannar, at har kann verða ringt koyra um veturin fyri kava og vindi, serliga á Høgareyni.

– Umstøðurnar eru tó ikki øðrvísi enn á øðrum fjallavegum kring landið, sigur hann.

Hann sigur, at vetrarhaldið hjá Landsverki er væl úr hondum greitt, tí vegirnir verða saltaðir regluliga, og kavi verður grivin nakrar dagar um árið.

Men av og á verður kortini mælt frá at koyra fyri veður og tað hendur seg eisini, at Vestmannavegurin verður stongdur, eins og aðrir fjallavegir.

– Landsstýrið hevur ikki tikið endaliga støðu til um ein tunnil skal gerast til Vestmanna. Tó hevur játtan verið sett av til at kanna, hvørjar loysnir kundu verið.

Tjørnuvíkartunnilin er tann næsti í røðini. Og tað stendur í fíggjarlógini fyri næsta ár, at ætlanin er at fara undir at Vestmannatunnilin, tá ið Tjørnuvíkartunnilin er liðugur. Tá eigur Vestmannatunnilin at vera liðugt fyrireikaður og prosjekteraður, sigur landsstýrismaðurin.

Í høvuðsheitum hevur verið arbeitt við tveimum ymiskum tunnilsloysnum, har onnur loysnin er ein tunnil úr Kvívík til Vestmanna, sum er 4,2 kilometrar langur.

Men Vestmenningar vilja hava ein tunnil úr Leynum til Vestmanna, sum er 6,2 kilometrar langur.

Ein tunnil ímillum Kvívík og Vestmanna verður mettur til at kosta umleið 650 milliónir og ein tunnil ímillum Leynar og Vestmanna verður mettur til at kosta umleið 950 milliónir. í báðum kostnaðarmetingunum eru 40 prosent løgd afturat fyri óvæntaðar útreiðslur.

Landsstýrismaðurin sigur, at játtanin á fíggjarlógini til útbyggingar, er 600 milliónir um árið og tí er neyðugt at raðfest. Men játtanin til vegir, tunlar og brýr, sum Landsverk umsitur, lækkar úr 329 milliónum í ár til 73,6 milliónir næsta ár. Síðani verður játtanin til vegagerð 61,4 milliónir í 2026 og 80,4 milliónir í 2027.

Íløguætlanin verður broytt javnan, og tí ber ikki til at tosa um nakra endaliga raðfesting, sigur Dennis Holm.

Hann sigur, at tað er neyðugt at fáa breiða politisk semju um, hvørjar íløgur skulu gerast hesi næstu árini.