Ein tungur prutlburður

Sjálvt tey minstu málini í Løgtinginum kunnu taka drúgva tíð og orku at seta í verk. Í mai mánaði 2014...

Georg L. Petersen
1. februar 2017 kl. 14:17

Sjálvt tey minstu málini í Løgtinginum kunnu taka drúgva tíð og orku at seta í verk. Í mai mánaði 2014 gjørdi Løgtingið tað sum tað helst ikki skal gera, og víkti frá øllum tíðarfreistum, fyri at avgreiða eitt mál – tað snúði seg millum annað um at geva 15 ára gomlum rætt at koyra prutl. Men nú, skjótt trý ár aftaná, hevur eingin fimtan ára gamal fingið koyrikort, tí kunngerðir mangla

“Á tingfundi 8. mai 2014 var atkvøðugreiðsla um frávik frá øllum tíðarfreistum og øllum viðgerðarstigum sambært § 85 í Tingskipanini samtykt 31-0-0.”

Soleiðis stendur viðmerkt á heimasíðuni hjá Løgtinginum í sambandi við broytingar í ferðslulógini í 2014. Talan var um fleiri broytingar, men tann sum fekk mest umrøðu var at geva 15 ára gomlum rætt at fáa sær koyrikort til minni prutl.

Tá Løgtingið dagin eftir til 3. viðgerð skuldi atkvøða um uppskotið, fekk tað rímiliga breiða undirtøku – átjan vóru fyri, ein atkvøddi blankt meðan 12 vóru ímóti.

Hóast ávaringar móti broytingunum frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, so vann uppskotið hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni, frama. Men tað tók nógv longri tíð enn væntað at fáa málið so langt, at tey fimtan ára gomlu kundu fáa sær koyrikort til lættari prutl.

Myndugleikarnir arbeiddu seint og kundu ikki semjast um, hvar tey ungu skuldu fáa sína frálæru – skuldi tað vera í framhaldsdeildini ella kvøldskúla, tað vil siga í kommunalum samanhangi, ella skuldu tey fáa frálæruna hjá koyrilærara? Tað var eisini umrøtt at gera sum í Danmark, har tey ungu eisini sleppa til próvtøku í kvøldskúlanum, ella skuldu tey á Akstovuna sum øll onnur.

 

Byrjaði við ungdómstingi

Alt málið um at lækka aldursmarkið byrjaði við eini áheitan frá ungdómstinginum í 2012 um at lækka aldursmarkið fyri koyring við prutli frá 16 til 15 ár, og at fáa skipað frálæruna. Ungdómstingið hevði umrøtt spurningin bæði í 2006, 2008 og 2010, uttan at nakað var komið burturúr.

Men í sambandi við, at onnur viðurskifti skuldu dagførast í ferðslulógini, so varð spurningurin um aldursmarkið eisini tikin við.

Tað verður skilt millum stór og lítil prutl, og áðrenn lógarbroytingina var tað so, at ein kundi taka koyrikort til stór prutl, tá ein var 18 ár, og lítil, tá ein var 16 ár – sambært uppskotinum skuldi alt lækkast, so ein kundi vera 15 ár fyri at fáa koyrikort til lítið prutl og 16 fyri at fáa koyrikort til stórt prutl.

Tað var ikki so innviklað, og tey flestu vóru eisini samd um, at hetta var í lagi – uttan Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum staðiliga mælti frá, tí ráðið helt at tað fór at elva til fleiri álvarsligar vanlukkur. Í øllum hinum norðurlondunum er aldursmarkið 15 ár, og Danmark broytti eisini aldursmarkið í 1971. Úrslitið var ein fleirfalding av álvarsligum vanlukkum, og tí var aldursmarkið hækkað aftur.

Men tað vóru tøl sum peikaðu øvugtan veg.

“Sbrt. eini frágreiðing “Tal og statistik over knallertulykker”, seinast dagførd 24-04-2013, sum liggur á heimasíðuni hjá Sikker Trafik í Danmark, er talið av álvarsligum vanlukkum á prutli (lítlum prutli) millum 15-17 ára gomul, frá 2007 til 2011 fallið frá 220 til 82, samsvarandi við 63%. Samstundis vísa tølini, at óhapp á prutli er vanligasta óhappsorsøk millum 15 ára gomul. Hetta hóast tað ikki er loyvt hjá 15 ára gomlum at koyra prutl í Danmark. Tað eigur tí at vera eyðsýnt, at tað hóast alt er betri at loyva 15 ára gomlum at koyra prutl við kravi um skipaða frálæru”, stendur at lesa í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Hvussu var og ikki, so vórðu broytingarnar í ferðslulógini samtyktar – eisini ásetingin um 15 ára aldursmark, sum var ein høvuðsorsøk til, at undirtøkan ikki gjørdist breiðari.

 

Drúgt við kunngerðum

Tá tað kemur til politikk og umsiting kunnu tað vera tey minstu málini, sum eru drúgvast at seta í verk – at flyta eitt aldurmark frá 16 til 15 hevur tikið skjótt trý ár.

Tað skuldi ikki verið so trupult. Men í viðmerkingunum til uppskotið stendur: “Krav verður sett um koyrikort, skipaða koyrifrálæru og teoretiska og verkliga koyriroynd til lítið og stórt prutl.”

Og seinni stendur: “Skotið verður upp, at skipað verður ein ástøðis og verklig koyrifrálæra til "lítið prutl" fyri tey 15 ára gomlu, sum eitt valfak í framhaldsdeild fólkaskúlans, meðan ástøðis og verklig koyrifrálæra til "stórt prutl" verður framd hjá góðkendum koyrilærara. Akstovan skipar í báðum førum fyri ástøðis og verkligari koyriroynd og gevur teimum eitt vanligt koyrikort til hesar koyrikortbólkar.”

Og tað var lættari sagt enn gjørt.

Eftir at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar høvdu samskift rættiliga leingi, sá alt út til at bera á mál í fjør. Tá hevði fyrireikingin tikið næstan tvey ár, sum helst var í drúgvara lagi – men so var kommunuval. Nýtt kommunufelag varð valt og so varð galið.

Tær báðar størstu kommunurnar í landinum sóu tað ikki sum sína uppgávu at geva teimum 15 ára gomlu nakra frálæru, hvørki í framhaldsdeild ella kvøldskúla.

Og so datt alt sundur aftur.

Sum støðan er nú, skal øll frálæra til tey 15 ára gomlu fara fram hjá koyrilærarum og royndirnar við egnum prutli takast á nærmastu Akstovu.

Sambært landsstýrismanninum verður nú arbeitt við at seta kunngerðina í gildi við tí broyting, at koyrilærarar og Akstovan fáa tann leiklut, sum var ætlaður lokalu skúlatilboðunum.

  

FAKTA

Prutl: “Motorakfar á tveimum ella trimum hjólum við motori, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 ella við elmotori, og við eini konstruktivt ásettari ferð sum í mesta lagi er 45 km/t. Prutl verða flokkað í stórt prutl við eini konstruktivt ásettari ferð, sum er meira enn 30 km/t og lítið prutl við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t.”

Kelda: Grein 2, Ferðslulógin

 

“Koyrikort til lítið prutl kann verða latið persóni, ið hevur fylt 15 ár og lýkur tey krøv, ið sett eru í stk. 2, nr. 2 og 3. Lítið prutl kann harumframt verða koyrt av persónum, sum hava koyrikort til stórt prutl, motorsúkklu ella bil. Landstýrismaðurin setir reglur um treytirnar fyri at fáa útgivið koyrikort til lítið prutl."

Kelda: Grein 18, Ferðslulógin