Ein treytað frádøming og fimm klipp

Í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar á tveimum vegastrekkjum

Áki Bertholdsen
14. januar 2025 kl. 07:42

Í gjár var løgreglan aftur á ferð við tí endamáli at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.

Tey vóru í Vágum, á einum landsvegi har tað er loyvt at koyra 80, og í Søldafjørði á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 50.

Tilsamans vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Í Vágum misti ein koyrikortið treytað fyri at koyra 115 og tríggir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 100 og 110.

Í Søldagjørði fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 80 og 90.