Fyrr í dag skrivaðu vit, at Karlot Hereirsson, tingmaður fyri Framsókn, hevur boðað frá, at hann fer ikki at taka undir við málinum um undirsjóvartunnil.
Og nú ger ein annar tingmaður fyri Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, greitt, at hann fer heldur ikki at taka undir við uppskotinum.
Hann sigur, at tað eru so nógv ivamál reist um linjuføringin og trygd, at hann kann ikki taka undir við ætlanini, og somuleiðis er álitið á serfrøðingar skalað so illa, at hann kann ikki aka undir við ætlanini.
Annars setti Framsókn sum treyt fyri Suðuroyartunlinum, at pensjónsaldurin verður hækkaður. Tað var fyri at styrkja um fíggjarliga haldførið.
Men Bjarni Kárason Petersen sigur, at ivin er so stórur um linjuføringina, at hann kann ikki taka undir við tí, tí hann er ikki sannførdur um, at hetta er rætta loysnin.