Ein tilburður í gjár

Staðfesti tilburðurin er partur av kendari smittudeldu

Sigurjón Einarsson
22. september 2021 kl. 11:51

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Staðfesti tilburðurin er partur av kendari smittudeldu, skrivar heimasíðan corona.fo.

327 kanningar vórðu gjørdar í gjár, men vegna veður varð avgjørt at steðga koronukanningunum á Eystaru bryggju. Hetta hevði við sær at umleið 700 fólk, sum høvdu bílagt tíð til kanning, mugu bíða til í dag ella ein annan dag, skrivar heimasíðan.

Í løtuni eru 43 smittað í Føroyum, meðan 164 fólk sita í sóttarhaldi.

Viðkomandi fólk, sum var innlagt til sjúkraviðgerð fyri koronu, er útskrivað aftur.