Ein tilburðir í gjár

Tað er ikki greitt, hvussu viðkomandi hevur fingið smittuna

Sigurjón Einarsson
22. juni 2021 kl. 11:22

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tað er ikki greitt, hvussu viðkomandi hevur fingið smittuna.

786 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 298.657 kanningar.

769 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 755 fólk eru staðfest frísk aftur. Higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum, sambært heimasíðuni corona.fo.

Í løtuni eru 13 fólk smittað við koronu, sambært heimasíðuni corona.fo. Einki verður nevnt, um ella hvussu nógv fólk eru í sóttarhaldi.

Delta frábrigdið staðfest í Føroyum

Delta koronufrábrigdið, sum eisini hevur verið rópt fyri indiska fyribrigdið, er nú staðfest í Føroyum. Tað visti heimasíðan corona.fo at siga í gjár.

Herfyri varð eitt fólk, sum kom til Føroya úr útlondum, staðfest smittað við kanning á triðja degi. Viðkomandi hevur smittað tvey onnur fólk, men síðani eru smittan avbyrgd.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greinað kanningarúrslitið nærri, og greiningin vísir, at talan er um Delta-frábrigdið, eisini nevnt B.1.617.2.

Bæði smittaði persónurin og tey, ið viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott, og í løtuni bendir einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við Delta-koronufrábrigdinum.