Geytin, virðislønin, ið verður handað føroyskum stuttfilmum, varð latin fyri sættu ferð farna vikuskifti. Bæði filmar og filmsumhvørvið eru nógv broyttir gjøgnum hesi árini, og tískil kann tíðin nú vera búgvin til tess at endurskoða tiltakið, sigur Sif Gunnarsdóttir, nevndarlimur fyri Geytan
111 góðir dagar eftir leikstjóra Trygva Danielsen vann ársins Geyta, ið varð handaður síðsta vikuskifti, meðan Maria Tórgarð og hennara film Maðurin við blæuni vunnu áskoðaravirðislønina.
Filmarnir, ið vóru við á Geytanum farna vikuskiftið, vóru fjølbroyttir. 111 góðir dagar er ein longri filmur, ið fer aðrar leiðir: Søgugongdin er ikki linjurøtt, formurin er leitandi og eksperimenterandi, og brot og søgur, sum á yvirflatanum ikki virka til at vera knýttar saman, eru við. Aðrir filmar snúðu seg um mammudreingir, ið halda seg vera kraftkalar, girndarmikið skókeyp, telduspøl, pitsur og heimsins undirgongd. Ein animatiónsfilmur, ein dokumentarfilmur, tónleikasjónband og uppspunnir filmar vóru við.
Og nevndin greiddi soleiðis frá um avgerðina at geva Trygva Danielsen ársins Geyta, tað nú vælkenda steypið umframt tær 30.000 krónurnar, sum virðislønin í ár fyri fyrsti ferð er komin uppá: ”Vinnarafilmurin peikar í ymsar ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum”. Nevndin legði dent á ta orku, ið filmurin hevur, og tí forteljaragleði, sum leikstjórin vísir í sínum arbeiði. Hetta er annað árið á rað, at longsti filmurin hevur vunnið Geytan.
Maðurin við blæuni, filmurin hjá Mariu Tórgarð, ið vann áskoðaravirðislønina, er ein sárur, menniskjaligur og nakað tragikomiskur filmur um aldurdóm.
Men liggur eitt brek í júst tí fjølbroytta úrvalinum av filmum, ið varð sýnt leygarkvøldið? Kann eitt tríggjar minuttir langt tónleikasjónband veruliga kappast við ein film, ið er 24 minuttir langur? Verður kapping millum so mikið ymiskar filmar, bæði longd, mongd av arbeiðsmegi og filmsgrein viðvíkjandi, har allir eru í sama kappingarbólki, rættvís kapping?
Nevndarlimur fyri Geytan og fráfarandi stjóri á Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, metir, at júst spurningar sum hesin nú eiga at koma upp at venda.
– Kanska er munurin millum filmarnar, sum koma inn, blivin so stórur, at Geytin onkursvegna má taka støðu til tess, og mennast, heldur Sif, ið sigur tíðina nú vera búna til júst hesa menning.
Búi Dam, vinstrumegin, og Torkil Tórgarð spæla ávikavist prædikumannin Baldur og nihilistin Teit í filminum 111 góðum døgum. Mynd: Trygvi Danielsen
Tørvurin broyttur alt eftir sum filmsumhvørvið er vaksið
Tiltakið Geytin hevur verið nokk so eins tey seks árini, ið tað hevur verið skipað fyri. Ein av broytingunum, ið eru farnar fram, er at tiltakið er flutt frá desember mánaði til februar mánað. Orsøkin var ikki bara afturboðanir frá filmskaparum um, at tað hevði riggað betur at havt tiltakið í nýggja árinum, men eisini, at Geytin tí kundi gerast startskotið til Tórshavnar Filmsfestival. Seinasta vikuna hava nógvar filmar verið sýndir í høvuðsstaðnum, og verkstovur um at gera film hava verið fyriskipaðar.
– Geytin hevur nú havt hendan formin í seks ár, men hinvegin er stórur munur á filmsvinnuni í 2018 og filmsvinnuni, soleiðis sum hon var í 2012, tá ið tiltakið byrjaði. Umhvørvið hevur ment seg øgiliga nógv gjøgnum hesi árini, sigur Sif Gunnarsdóttir.
Sif Gunnarsdóttir, limur í Geytanevndini og fráfarandi stjóri í Norðurlandahúsinum, metir, at føroyska filmsframleiðslan er komin langt tey seinastu árini. Tí kann Geytin møguliga umhugsast av nýggjum til tess at endurspegla dagsins føroyskar filmar betur. Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen
– Sakaris Stórá (leikstjórin, ið vann fyrsta Geytan í 2012 fyri filmin Summarnátt. Red.) hevur gjørt sín fyrsta spælifilm, og fleiri aðrir spælifilmar eru ávegis bæði í ár og næsta ár. Nú er kanska tíðin til at seta seg niður og at umhugsa, hvat vit vilja, heldur Sif.
– Geytin var eitt amboð til at menna filmsøkið í Føroyum, til at stimbra fólk til at gera stuttfilm, at vera ein gularót. Tað hevur avgjørt eydnast, sigur Sif, og vísir samstundis á Filmsgrunnin hjá Mentamálaráðnum og Filmshúsið, ið nú er latið upp, sum nakað, ið hevur verið við til at menna og at stimbra filmsframleiðsluna.
– Er tørvur á Geytanum í sama formi, sum hann hevur havt seinastu seks árini, ella áttu vit at endurskoðað tað og umhugsað, hvussu Geytan kann halda fram at vera eitt relevant amboð fyri føroysk filmsfólk? Skal hann halda fram við at vera ein stuttfilmskapping, ella skal hann vera nakað heilt annað? Kanska skal hann halda fram at vera júst soleiðis, sum hann er í dag, men eg haldi tað vera ómetiliga týdningarmikið, at vit seta okkum niður og kjakast um tað, sigur Sif, ið víðari strikar undir, at um broytingar skulu gerast, so skulu tær sjálvandi gerast í samstarvi við filmsskapararnar.
Sjálv hevur hon tó nøkur hugskot.
– Í dag hendir kanska meira, enn tað gjørdi í 2012, og pallurin er blivin størri. Fleiri ymiskar verkætlanir eru í gongd, og fleiri spælifilmar verða gjørdar. Kanska er tað fleiri enn bert leikstjórar, sum gera stuttfilmar, sum hava uppiborið eina virðisløn, sigur Sif, og nevnir møguleikar sum virðislønir til sjónleikarar og klipparar.
Nógv hendir yvir ein kaffimunn
Sif Gunnarsdóttir hevur sitið í Geytanevndini síðani 2013, og tekur soleiðis saman um filmarnar, ið hava verið við.
– Støðið hevur verið nokk so støðugt. Tað hevur altíð verið okkurt, sum heilt greitt hevur verið best, og tað hevur altíð verið áhugavert at síggja, hvørjar søgur, ið fólk vilja siga, og hvussu væl tey duga at siga tær, sigur Sif.
Nú tá ið hon hevur fimm vikur eftir í Føroyum, greiðar Sif Gunnarsdóttir frá, at tað er við at verða nakað torført at hugsavna seg um arbeiðið. Samstundis er hon sera spent til at taka við nýggja starvinum sum mentanarstjóri í Reykjavíkar kommunu.
Tá ið hon nú fer aftur til Íslands, eru filmar, ið hon fer at minnast betur enn hinar, og fráfarandi stjórin nevnir beinanvegin filmarnar hjá Sakarisi Stórá millum hesar. Hon sigur seg longu gleða seg til at fylgja honum sum leikstjóra, og eisini at fylgja arbeiðnum hjá Heiðriki á Heygum og Andriasi Høgenni, allir Geytavinnarar við serligum og persónligum forteljararøddum, sambært Sif.
Og júst tað, at skapa netverk yvir um landamørk og at lýsa føroyskar filmar og føroyska framleiðslu uttanlands, vísir hon á sum sera týdningarmikið. Millum annað er tað ein av orsøkunum til, at man hvørt ár hevur ein gestanevndarlim við í Geytanevndini. Í ár er gesturin íslendski leikstjórin Hlynur Pálmason, ið nú á døgum verður heiðraður fyri sín fyrsta spælifilm, Vinterbrødre.
– Tað at fáa útlendsk filmsfólk hiðani er eisini týdningarmikið hjá føroysku leikstjórunum, soleiðis at teir kunnu knýta sambond. Heilt ótrúliga nógv hendir bara av tí at sita og tosa saman yvir ein kopp av kaffi, brosar Sif Gunnarsdóttir, ið leygarkvøldið fekk sín egna heiðursgeyta og eitt kensluborið farvæl.
Samstundis er Sif ikki í iva um, at tað at hava ein nevndarlim við, ið ikki er føroyingur, er ein fyrimunur í sær sjálvum.
– Hann kemur uttanífrá og kennir ikki nakran. Tí kann hann kanska síggja hesar filmarnar eitt sindur øðrvísi, enn vit, ið kanska onkursvegna eru meira involverað, sigur hon.
Fleiri virðislønir órealistiskt í núverandi støðu
Ársins Geytavinnari, Trygvi Danielsen, er umframt at vera leikstjóri bæði rithøvundur og tónleikari undir navninum Silvurdrongur. 111 góðir dagar, filmurin, ið vann ársins Geyta, er partur av einari størri verkætlan. Bæði filmurin og nýggja fløgan hjá honum, Silvurpláta, fara í talgildum útgávum at fylgja við einum yrkingasavni, ið eitur Silvurbók, og sum verður givið út í vár.
– Verkætlanin sum heild snýr seg um, hvussu tað følist at vera mitt í tjúgunum og búgva í Tórshavn. Øll trý verkini hava hetta evnið til felags og taka útgangsstøði í, hvussu eg síggi og upplivi tilveruna her, greiðir Trygvi frá.
– Eg eri inspireraður av filmum, sum geva áskoðaranum kensluna av einum staði. Mær dámar væl, tá eg til dømis havi sæð ein Wong Kar Wai film, og tað følist sum, at eg havi verið í Hong Kong, at eg kenni býin og mentanina. Eg veit næstan, hvussu gøturnar lukta. Tað vil eg endurskapa við at fanga innasta lyndið í Havnini og íbúgvunum.
Leikstjórin Trygvi Danielsen, ið við sínum filmi 100 góðum døgum vann ársins Geyta. Mynd: Sigmund Vang
Trygvi Danielsen nevnir teir fyrstu filmarnar hjá leikstjórunum Kevin Smith, Richard Linklater og Katrin Ottarsdóttir sum filmarnir, ið fekk hann til at trúgva, at tað ber til at gera film. Franskir nýbylgjufilmar og dialogfilmar sum My Dinner With André og Coffee And Cigarettes, hava seinni kveikt Trygva og givið honum íblástur, eins og sendirøðin Louie hjá komikaranum Louis CK, Twin Peaks, og leikstjórin Mike Leigh.
Trygvi sigur tað vera torført at siga nakað yvirskipað um føroyska filmsframleiðsluna, men hann er ikki í iva um, at føroyskir leikstjórar hava ein fyrimun.
– Føroyar eru hipp akkurát nú, og tað fer at endurspeglast í áhuganum eftir okkara mentan. Tað kunnu vit gagnnýta.
Trygvi Danielsen heldur, at broytingar í tiltakinum Geytanum saktans kunnu verið ein fyrimunur, men at møguleikarnar av natúrligum orsøkum fyribils eru avmarkaðir.
– Tað hevði sjálvandi verið tað besta, um vit kundu bólka filmarnar eftir sjangrum og havt meira virðislønir til eitt nú besta leikrit, besta sinematografi og klipping, men tað er órealistiskt í núverandi støðu. Føroyski filmurin er í vøkstri, men vit eru framvegis í Føroyum. Fólkatalið gevur okkum avmarkingar, peikar Trygvi á.
– Eg havi hoyrt, at útlendingar á Geytanum, sum eru garvaðir filmsfestivalgangarar, hildu støðið vera høgt, hóast vit sjálvi hildu, at støðið ikki var so høgt í ár. Tað er gott fyri sjálvsálitið.
Hvat metir so leikstjórin vera tað mest týdningarmikla, ið nú kann gerast, fyri at stimbra víðari vøkstur í filmsframleiðsluni?
– At gera ein filmsskúla, fáa meira stuðul til framleiðsluna, gera regluligar spælifilmar. Vit skulu gerast ein verulig filmstjóð.
Sambært Sif Gunnarsdóttir verður tað í vár møguligt at síggja allar teir fjúrtan filmarnar, ið vóru sendir inn til kappingina, eins og øll hini árini, Geytin hevur verið.