Ein stak friðarlig nátt hjá løgregluni
Tveir bilførarar eru tiknir fyri at koyra við kenning
Áki Bertholdsen
24. august 2024 kl. 09:06
Dagurin í gjár, og náttin í nátt, hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni. Løgreglan sigur, at í nátt eru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, ein í Klaksvík og ein í Havn.
Annars hava tey hjálpt einum fullum manni til hús og mitt í nátt var ein maður so ólátaður á einum skeinkistaði í Havn at tey ringdu eftir løgregluni. Løgreglan kom eftir manninum og koyrdi hann á dyr, og so var tann søgan úti.