Ein spennandi tilgongd at gera skúlan meiri umhvørvisvinarligan

Leygardagin fekk Skála skúli handað Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. - Vit hava ásannað, at hetta ein spennandi tilgongd, har vit alla tíðina røkka smáum málum, men at vit ongantíð verða liðug, sigur lærarar og næmingar í Skála skúla

Sigurjón Einarsson
11. mai 2021 kl. 13:00

Seinastu árini hevur Skála skúli arbeitt miðvíst fram ímóti, at alt í skúlanum er burðardygt. Tey vaksnu hava gingið undan, og næmingarnir hava verið skjótir at tikið við.

- Næmingarnir hava verið sera áhugaðir at fara hesa leiðina; teir hava fingið undirvísing í burðardygd. Øll hava verið og vitjað IRF, og IRF hevur verið í skúlanum. Umframt hava teir eldru næmingarnir undirvíst teimum yngru um endurnýtslu og sankutøð, verður sagt í umsóknini at vinna Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags í ár.

At skúlin er farin burðardyggu leiðina, ávirkar eisini heimini hjá næmingum. Dagliga fáa lærarar at vita frá foreldrum, har tey siga, hvussu børnini vegleiða foreldur síni at gerast meiri burðardygg heima.

- Sum við so nógvum øðrum er fyrsta og avgerandi stigið ein hugburðsbroyting. Hugburðurin ikki at finna ta løttu loysnina, sum natúrliga liggur í okkara hugsanarhátti, men at finna eina loysn, sum er ein góð loysn, ikki bara her og nú, men eisini fyri okkara eftirkomarar, siga tey á Skála.

Hvat er tað so, næmingar og lærarar á Skúla hava gjørt?

Teir endurnýta pappír, prenta á báðum síðum, brúka restpappír frá prentsmiðjum, og tey skilja pappír, sum aftur verður endurnýtt. Teir brúka rusk og matleivdir; matleivdirnar verða endurnýttar sum sankutøð, og næmingar hava framleitt pappír úr pappírsrestum og gjørt egið blekk úr burðardyggum tilfari.

Teir skilja burturkast í fastari ruddingarskipan, har flokkarnir rudda rundan um skúlan og í bygdini annars. Ruskið verður vigað og skrásett, og næmingarnir savna hagtøl inn um hetta.

Matur kemur úr nærumhvørvinum; tvær vikur um árið eru næmingar á floti og seiðabergi. Teir seta epli og grønmeti niður. Umframt hava teir rabarbugarð. Fiskur, epli og grønmeti verða gjørd til veitsludøgurða, har næmingarnir hava gjørt alt úr enda í annan.

Næmingarnir hava verið við til at gjørt høsnarhús og høsnagarð til nýklaktar høsnarungar. Skjótt hava næmingarnir egg og hanaungar til matna.

Klæði og lutir verða savnað inn til eina endurnýtslukafé og síðan seld til frama fyri Reyða krossi.

Næmingarnir hava gjørt eina spurnakanning til foreldur og onnur í familjuni um matoyðsl, plast og annað. Upplýsingarnar um innleyp og avlop og annað fara at verða brúktar sum grundarlag undir uppskriftum. Í kanningini kemur fram, at húskini keypa nógvar beriposar úr plasti at koyra vøru í. Tí hava næmingarnir seymað innkeypsnet úr endurnýtslutoyi, sum heimini vónandi fara at brúka.

Næmingar og starvsfólk í Skála skúla ganga høgt upp í tilgongdina at flyta seg á grønu leiðini.

- Vit hava ásannað, at hetta ein spennandi tilgongd, har vit alla tíðina røkka smáum málum, men at vit ongantíð verða liðug. Hátturin, vit hava valt at arbeiða fram ímóti at gerast meiri burðardygg, kann tykjast fløkjasligur, tí vit hava gongd í so nógvum í senn samstundis, men okkara hugsjón er alla tíðina, at hetta skal ikki avmarkast til ein flokk, eina ávísa lærugrein ella eitt ávíst tíðarskeið í skúlaárinum. Vit menna okkum alsamt sum samfelag og fáa alla tíðina nýggjan íblástur ymsastaðni frá og hugskot frá hvørjum øðrum. Vit vaksnu hava ta vón, at næmingar fara at hugsa meiri umhvørvisvinarligt og at vit hava givið teimum ein týdningarmiklan førning við sær, tá ið tey fara víðari í lívinum, siga tey á Skála.

Hetta er annað árið, at Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður latin. Hon verður latin í samstarvi við Betri og Føroya Náttúru og umhvørvisfelag og handað, tá ið Føroya Lærarafelags hevur aðalfund.

Kelda: Skúlablaðið