Føroyska filmsstjørnuskotið Andrias Høgenni hevur nú enn einaferð gjørt tað. Hann hevur leingi verið í ferð við at framleiða eina nýggja ungdómsrøð fyri DR Drama í Danmark. Nú er dreymurin vorðin veruleiki, tá ið røðin “Ingen vej tilbage” 18. mars hevði fyrstu frumsýning á DRTV.
Hent er at siga, at um tit ikki hava sæð røðina, avdúkar greinin fleiri av ymisku viðurskiftunum, ið taka seg upp gjøgnum søguna. So farið og hyggið at røðini, og komið so aftur og lesið her!
Ein roynd á at smelta lív og gerandisdag saman
Røðin snýr seg um tey tvey ungu Nanna og Lassi, ið hava fjasast í áleið 1 ár. Tey fylgja nú hjartanum og geva kærleikanum ein møguleika at blóma. Men hvat hendur, tá ið man sum par roynir at smelta lív og gerandisdag saman?
- Ungdómsrøðin Ingen vej tilbage er ein viðkvom søga, ið snýr seg um menningina frá einum ungdóms- til vaksnamannaparlagi. Um at taka ábyrgd og at lurta og líta á hvønn annan í ymisku lívsins viðurskiftum, byrjar Andrias at greiða frá.
"Tá ið hon traðkaði inn í rúmið strálaði hon"
Danska sjónleikarinnan Ane Stensgaard Juul spælir høvuðsleiklutin sum snøggi stílmeistarin Nanna í filmsrøðini.
- Ane kom í veruleikanum fyrst inn í myndina sum Nanna seint í gongdini. Vit høvdu arbeitt við einum øðrum leikara áðrenn, men tíðartøkan og kalendarin gjørdi tað trupult. Eg hevði ikki sæð nakað virksemi hjá Ane, áðrenn hon kom til upptøkuroynd, men tá ið hon traðkaði inn í rúmið, strálaði hon. Hon dugdi sera væl at lurta, at lyfta hinir leikararnar upp og at halda góða javnvágin. Hon vakti hinir leikararnar. Somuleiðis var sambandið millum hana og William, ið spælir sjeikurin Lassi, ómetaligt, greiðir Andrias frá ovurfegin.
Ræðslusligin fyri at missa tað tættasta
Gjøgnum søguna, gerst Nanna verri fyri, og vit finna sum hyggjari útav, at hon stríðist við sálarsjúkuna skitsofreni.
- Nanna ger alt, ið hon megnar, fyri at Lassi ikki skal kenna beiska veruleikan. Hon er ræðslusligin fyri, at hann nú fer at síggja hana á ein nýggjan hátt, nevniliga bert sum ein sjúka, sigur Andrias.
Somuleiðis við, at Nanna gerst verri fyri, og hon kennir sjúkueyðkennini krýpa seg fram aftur, gerst tað torførari hjá báðum pørtum at seta orð á trupulleikarnir.
- Tá ið tosað verður um kærleikssambond, so líðandi sum at man kemur tættari at hvørjum øðrum, tekur tað seg ofta upp, at man fjalir ymiskt frá hinum partinum, tí at man er ræðslusligin fyri at missa viðkomandi. Hetta er eisini tað, ið hendur í røðini Ingen vej tilbage, greiðir Andrias frá. Nanna er ræðslusligin fyri at missa Lassa, ið júst er vorðin hennara nýggi stóri kærleiki, orsaka av sjúkuni. Ræðslan úrslitar í, at tey bæði ikki eru reiðilig mótvegis hvørjum øðrum í ein stóran part av røðini. Hetta førir til samskiftistrupulleikar og ósemjur.
Sálarsjúkan skitsofreni
Sambært sundhed.dk vísur sálarsjúkan skitsofreni seg í nógvum ymiskum sniðum. Talan er um sansahvørving, rannhugsanir, órógva mál og avbyrging frá øðrum menniskjum. Eitt annað eyðkenni er, at man ikki ynskir at kennast við teir tankar, ið man hevur, um teir gerast ov ógvusligir. Sjúkan verður viðgjørd við heilivági.
Ræðslan gerst veruleiki
Somuleiðis við, at sálarheilsan hjá Nannu versnar, noyðist hon nú at siga frá og greiða Lassa frá sjúkuni, í vón um eitt betri lív. At hon fyri 5 árum síðani var innløgd á stongdu deild á psykiatriska deplinum. Ræðslan verður til veruleika.
- Lassi roynir alt, ið til ber, fyri at hjálpa elskaðu damuni, men megnar tað ikki í síðsta enda. Stríðið kennist ov torført, og ræðslan gerst veruleiki. Sjálvt um Lassi elskar Nannu nakað so innarliga, veit hann ikki, hvussu hann skal hjálpa henni. Hon stríðist og megnar ikki at fáa tamarhald á sína egnu sálarheilsu. Lassi vendir sær tí til systrina, ið síðani kemur eftir henni, greiðir Andrias frá.
“Eg eri ikki skitsofren men eg havi skitsofreni”
Andrias heldur áfram við at greiða frá týdninginum í røðini um, at leggja dent á menniskjan sum heild.
- Okkara samfelag í dag inniheldur eina ógvuliga stóra fullkomileika mentan um, at allatíð skula røkka eftir at gerast betri. Tá ið tosað verður um sálarsjúku, hava vit ofta lyndið til at lýsa viðurskiftið sum nakað fjarskoti. Men veruleikin er tó, at fólk við sálarsjúku, eru heilt vanlig fólk, líka sum øll onnur, greiðir Andrias frá. Nanna, ið er stílemeistari og snøggur keypmannahavnari, berjist eisini, leggur Andrias avtrat avgjørdur.
Andrias heldur áfram við at greiða frá einari ávísari senu í røðini.
- Eingin ivi er um, at Nanna og Lassi skeldast nógv gjøgnum røðina. Tó er tað ein ávís sena, ið eg haldi vera sera sigandi. Í samsvar við tað at stríðast og at verða sálarliga sjúkur, sigur Lassi nakað súrur; “Jamen, eg veit væl, at tú ert skitsofren.” Her svarar Nanna aftur og sigur; “Lassi, nær skilur tú tað, eg eri ikki skitsofren, men eg havi skitsofreni.” Røðin lýsur nógv meiri enn bert sálarsjúku, hon lýsur menniskjan sum heild. Skitsofreni er bert ein brotpartur av Nannu. Hon inniheldur nógv meiri enn bert eina sjúku, sigur Andrias.
Síggja vanliga bert yvirflatuna vit ynsktu at grava djýpri
- Ein og hvør ræðufilmur, har ið sálarsjúka er partur av søguni, er talan um skitsofreni, borderline ella bipolar. Hesar sjúkur verða oftast sæddar sum “ógvusligar” sjúkur og nýttar sum frásøguamboð, har ið man bert sær yvirflatuna lýsta úttanífrá. Hetta førir við sær fordómar, tí at man ikki gravar djýpri. Vit ynsktu tó at gera tað mótsætta og grava djýpri, við einum endamálið at lýsa eitt heilt vanligt menniskja við djúpt og ymiskum síðum, sigur Andrias.
Hvør er góður nokk at fáa eitt barn og hvør sleppur?
Í filmsrøðini gerst Nanna við barni. Hon steðgar síðani við at taka sín heilivág. Gerandisdagurin vendur 180 gradir á onga tíð.
- Nanna gerst við barni. Hetta verður síðani til ein innari bardagi hjá henni, ið snýr seg um, um hon skal velja millum sín heila ella barnið. Hon gerst óttafull um málið og er ræðslusligin fyri, at hon ikki megnar uppgávuna sum mamma, orsaka av sjúkuni. Tí nær er man góður nokk til at fáa eitt barn og hvør sleppur í roynd og veru?, sigur Andrias.
Nú veit Lassi hvat eitt “eg elski teg” í veruleikanum týður
Andrias heldur áfram við at tosa um endasenuna, tá ið Lassi rennur mótvegis Nannu til sjúkrahúsið, har ið Nanna er stødd í uppihaldsrúminum og bíðar eftir at fáa eina abort.
- Tá ið vit skrivaðu endasenuna, kendu vit á ein hátt, at vit skrivaðu okkum inn í eitt horn, og at senan bleiv ov romantisera, hetta var ógvuliga týdningarmikið at broyta í mun til boðskapin. At tað ikki gjørdist vælkenda søgan um ein mann, ið rennur móti kvinnuni og biður um umbering, og síðani er alt gott. Tað skuldi ístaðin verða ein kensla av avleiðingum.
Broyting kom í endasenuna og boðskapurin gjørdist øðrvísi.
- Vit broyttu tí senuna á tann hátt, at Lassi dettur, í tí at hann rennur mótvegis Nannu. Tíðin gerst knøpp og størri møguleiki er nú fyri, at Nanna hevur fingið eina abort. Hann kemur síðani til sjúkrahúsið og far eyga á Nannu. Her sigur hann henni sum tað fyrsta; “Eg elski teg við ella uttan barn.” Her hevur Nanna tó longu sjálv tikið avgerð um ikki at fáa eina abort kortini. Hetta vísur á, at hon ynskir at megna at standa á egnum beinum og velur tí Lassa og barnið frammum heilan. Her er stór broyting komin í frá byrjanini, tá ið Lassi segði Nannu fyri fyrstu ferð “eg elski teg” til nú. Nú veit hann veruliga, hvat í hesi trý orðini í veruleikanum týða, sigur Andrias við einum brosi.
Ein søga um tvey menniskju ið ynskja at fáa endarnar at røkka
Við einum endamálið at lýsa menniskjan sum heild, og hvat ið tað krevur og vil siga, at vilja hvønn annan, sigur Andrias síðani.
- Vit hava ofta lyndið til at leggja dent á tað torføra og trupla. Hetta er eisini skiljandi, men hvat hendur, um man roynir at fáa tingini at hanga saman og velur hvønn annan? Eg ynskti at greiða frá einari søgu um tvey menniskju, ið ynskja at fáa endarnar at røkka, endar Andrias við at siga.