Ongi úrslit

Ein smittaður í B36 hópinum

Hópurin er kannaður, og eingin annar er smittaður, sigur Magni Mouritsen, formaður í felagnum. Tilburðurin ávirkar kortini ikki ov nógv, nú steypafinalan skal spælast leygardagin, tí smittaði leikarin skuldi eftir ætlan ikki vera partur av liðnum, ið møtir NSÍ á Tórsvølli.

Steinar Patursson
2. desember 2021 kl. 16:12

Ein leikari í B36 hópinum hevur fingið koronu og verður ikki við til steypafinaluna mít NSÍ leygardagin.

Tað váttar Magni V. Mouritsen, formaður í B36.

Spælarin er tikin úr hópinum, og restin av hópinum hevur eisini latið seg kannað, og eingin annar tilburðir er staðfestur.

Magni Mouritsen leggur aftrat, at spælarin hevur verið skaddur og hevur tí havt lítið við hópin at gera. Spælarin, sum varð smittaður á arbeiðsplássinum, hevur havt eina venjing saman við hópinum, men eftir øllum at døma hevur hann ikki smittað nakran, tí restin av hópinum hevur havt negativa koronukanning.

Smittaði spælarin er fult koppsettur, og tað eru bert tveir leikarar í hópinum, ið ikki hava fingið fulla koppseting – teir mangla báðir seinna prikið, upplýsir Magni Mouritsen.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59