Ein skúli og ein dagstovnur fáa grøna heiðursløn

Hetta er ein viðurkenning aftur fyri at tey gera eitt serliga gott arbeiði á grøna økinum

Áki Bertholdsen
16. november 2023 kl. 14:00

Í gjár fingu dagstovnurin, Miðgarður, í Miðvági, og Skála Skúli, Hugla-viðurkenningina Ársins grøni stovnur og skúli.

Birita Arge, sum er stigtakari til Hugla, sigur, at viðurkenningin er givin, tí hesir báður stovnarnir gera eitt gott arbeiði á grøna økinum.

– Arbeitt verður miðvíst við grønum vanum og at skapa tilknýti til náttúruna ígjøgnum námsfrøðiliga arbeiði og sum part av undirvísingini, stendur í grundgevingini.

– Arbeitt verður við endurnýtslu á ymiskan hátt og at avmarka nýtslu og rusk. Tey fingu hvør sína Huglu, sum er tekin um umsorgan fyri menniskjum og umhvørvi.

Hugla er áhugafelag við tí endamáli at børn og vaksin hava bestu karmar rundan um seg, tí bestu karmar eru fortreyt fyri trivnaði, menning, góðari heilsu og fyri at læra

Í hesum sambandi undirvísa tey, tey vegleiða, skipa fyri tiltøkum um, hvussu bestu karmar verda skaptir.

 Mirjam Kjølbro, leiðari á Miðgarði, við heiðurslønini

Ein sera góður stovnur

Um Miðgarð varð sagt, at tey gera eitt gott arbeiði fyri at fáa grønu tilgongdina inn í virksemi teirra á ein natúrligan og meiningsfullan hátt.

Stovnurin hevur eina endurnýtsluverkstovu, sum børnini altíð kunnu nýta.

Tey leggja viðhvørt upp til, at heimini hjálpa til við at lata brúktar lutir til verkstovuna. Eisini hevur foreldraráðið á stovninum skipað fyri klædnaendurnýtslu, har foreldur lata ov klæðir, børnini ikki longur passa, inn.

Klæðini verða flokkað í støddir, og so kunnu somu foreldur fara fáa ókeypis klæðir og skógvar til børnini.

Tað er sera væl umtókt og sera gott, bæði fyri pengapungin, umhvørvið og felagsskapin. Stovnurin leggur dent á, at børnini sleppa út at røra seg hvønn dag og uppliva náttúru og djóralív.

Stovnurin hevur eina matarskipan, sum tryggjar øllum børnum heilsugóðan mat hvønn dag. Foreldur boða frá, um barnið ikki kemur, so køkurin fær tillaga hvønn dag, so hann ikki ger ov nógvan mat, og soleiðis royna tey at gera tað so burðardygt sum gjørligt.

Ein sera góður stovnur við nærløgdum starvsfólkum, sum tora at gera hendurnar skitnar, og børnini hava bæði sæð hemara, kóp, grindahval, skorðdjór og eina rúgvu av bóndagarðsdjórum á ferð við barnagarðinum.

Nomi Jacobsen, fyrstilærari á Skála, við heiðurslønini

 Gera sína egnu mold

Um Skála Skúla varð sagt, at tey gera sína egnu mold av matleivdum, hava rabarbugarð og eplaveltu.

Har eru hønur og dunnur, sum eta nógv av matleivdunum, sum annars hevði farið í skrell. Tey geva øðrum íblástur tí tey kunna um sítt arbeiði og læra frá sær.

Á skúlanum verður pappír gjørt úr endurnýtslu, og tað er ein fastur partur av skúlatíðini at rudda náttúruna.

Næmingar úr eldru flokkunum undirvísa børnum úr barnagarðinum um pappír og endurnýtslu. Tey gera útferðir fyri at børnini fáa tættari tilknýtið til náttúruna, tey fiska, fletta, og annað.

Børnini seyma síni egnu net úr endurnýtslu og tey gera sápu úr tálg at selja, soleiðis at peningurin fer til Reyða Kross.

Skúlin hevur eitt greitt endamál á grønu leiðini, og børnini eru við í øllum arbeiðnum. Teirra vón er at burðardygd verður sett á tímatalvuna í øllum skúlum.