Ein øvundsjúkur lundi og nógv onnur djór: Nú skal stuttligasta djóramyndin kjósast

Comedy Wildlife Photography Awards hevur júst almannakunngjørt tilnevningarnar til tær stuttligastu djóramyndirnar fyri 2020. Tú kanst eisini atkvøða fyri tínari yndismynd

Sigurjón Einarsson
21. september 2020 kl. 21:46

Ein fiskur, ið sær út til at smílast. Ein bjørn, sum vinkar so vinarliga, ein súr havskjaldbøka og so ein øvundsjúkur lundi. Hesar, og fleiri aðrar skemtiligar djóramyndir, eru millum tær seinastu eftir í kappingini um at gerast ársins djóramynd.

Djór kunnu, við einum myndatóli, verða fangaði í einari stuttligari støðu, ið kann fáa sjálvt tann minsta djóraelskaran til at trekkja eitt sindur uppá smílibondini.

Comedy Wildlife Photography Awards hevur enn einaferð samlað eina rúgvu av stuttligum myndum við djórum, og nú kanst tú eisini gera tína ávirkan galdandi.

Um tú trýstir á hetta leinkið, so ber til hjá tær at atkvøða fyri tínari yndismynd.

Vinnarin verður kunngjørdur tann 22. oktober 2020.