Í dag hevur ein oddviti í grafiska yrkinum sín seinasta arbeiðsdag. Tað er Ingi Joensen, ið nú, eftir eitt langt og virkið lív innan grafiska sniðgeving, hevur sín seinasta arbeiðsdag á Føroyaprent.
Ingi Joensen kom, eftir lokna útbúgving á „Skolen for Brugskunst“, aftur til Føroyar í 1980, og setti búgv í Saltnesi, hetta var eftir áheitan frá einum øðrum grafiskum oddvita, Stig Rasmussen á Estra. Áðrenn hann flutti heimaftur gjørdi Ingi nógv við fotolist. Millum annað tók navnframi danski listamaðurin Helge Ernst, Inga fram sum sera ungan evnaríkan listamann.
Ingi og konan Jónvør fluttu síðani til Havnar, har tey høvdu virkið Ljóð og Myndir, ið var í fremstu røð innan video, filmsgerð og sjónvarpsgrafikk. Seinni bleiv tað til Grafikstudio. Tað er eitt ótal av sjónvarpslýsingum, permum og bókum, ið eru farnar gjøgnum hendurnar á Inga hesi útvið 50 árini.
Í 2012 seldi Ingi Grafikstudio til Føroyaprent. Her hevur hann seinnu árini virkað sum leiðari á grafisku deildini. Á Føroyaprent hava vit verið takksom fyri at hava hansara tryggu grafisku hond og gløgga eyga á virkinum.
Nú Ingi hevur valt at leggja frá sær, vilja vit, hansara starvfelagar, takka fyri gott samstarv í nógv ár. Nú tá tíðin fer at røkka til tað, vænta vit nógva og spennandi fotolist frá Inga.