Ein norðmaður aftrat í Klaksvík

Nýggi hjálparvenjarin eitur Espen Haug

Mynd: KÍ
Jóannes Hansen
25. januar 2024 kl. 12:44

KÍ boðar í dag frá, at nýggjur hjálparvenjari er settur. Tað er Espen Haug, sum verður hjálparvenjari hjá Haakon Lunov, ið fyri stuttum var settur at loysa normannin Magna Hoseth av.

48 ára gamli Espen Haug spældi í síni tíð í Raufoss, har hann var miðvallari og síðani venjari. Hann flutti í 2018 til Gjøvik-Lyn, har hann hevur verið inntil nú, hann flytur til Klaksvíkar. Gjøvik-Lyn er felag í triðbestu norsku deildini.

Meðan sáttmálin við venjaran Haakon Lunov er galdandi í trý ár, so er sáttmákin við nýggja hjálparvenjaran galdandi í tvey ár.

KÍ sigur seg fegnast stórliga um nýggja hjálparvenjaran, sum kemur til landið í morgin, og harvið er greitt, at hann er við á venjingarleguni í Portugal í næstu viku.