Ein neyvur býlisstuðul er bæði rættvísur og skilagóður
Tann størsta einstaka avbjóðingin í okkara samfelag í løtuni er, at tað er sera trupult hjá nógvum at fáa tak yvir høvdið.
Trupulleikin kann býtast í fleiri partar. Fólkatalið er í nógv ár vaksið meira enn talið av tøkum búeindum, byggikostnaðir eru farnir nógv upp, rentan er hækkað munandi og vit hava nakrar samfelagsstrukturar sum leggja upp til, at fólk skulu eiga tað, sum tey búgva í. Rentustuðul er til dømis ein av hesum skipanum.
Hetta gevur nógvar óhepnar støður.
Miðlar hava til dømis seinasta árið havt ítøkilig dømi um fólk, sum eru flutt av landinum, tí tað er ov trupult at seta búgv í Føroyum.
Tað verður eisini gjørt greitt, at brúkarar hjá Almannaverkinum ikki hava ráð og møguliga heldur ikki vilja flyta inn í íbúðir, sum Bústaðir hava bygt til endamálið, tí hesar eru dýrari at leiga enn onkrar verandi privatar íbúðir.
Tað er neyðugt at hyggja at nógvum viðurskiftum í hesum sambandi, herímillum hvørja uppgávu Bústaðir skulu røkja, hvussu mann kann byggja smartari og hvørjar formar fyri bygging mann skal brúka.
Men hyggja vit at, hvørji veruliga eru sperd í Føroyum í dag, so er hetta í stóran mun fólk, ið búgva til leigu ella ikki eingong eru blivin partur av leigumarknaðinum, men búgva inni hjá familju ella vinum. Og skulu vit gera nakað, sum veruliga ger mun hjá hesum bólkum, so er býlisstuðul heilt vist ein máti, sum kann gera stóran mun.
Kend skipan úr grannalondum
Skipanir við býlisstuðli hava virkað í okkara grannalondum í heilt nógv ár. Við einari skjótari leiting sæst hetta: Í Grønlandi hava skipanir við býlisstuðli verið síðan mitt í 1980unum, og í Íslandi kom skipanin umleið samstundis. Danmark hevur havt skipanir við býlisstuðli síðan 1966. Noreg byrjaði í smáum í 1947, men bygdi skipanina munandi út í 1973. Í Svøríki síðan 1933, men við umleið verandi skipan síðan 1977. Í Finnlandi byrjaði skipanin í 1969, men bygt hevur verið uppá langt inn í hesa øldina.
Øll hesi lond hava sett skipanirnar í verk við tankanum um, at tað eru fólk, sum kunnu fáa eitt munandi betri lív og geva eitt gott íkast til samfelagið bæði fíggjarliga og á annan hátt, um tey hava møguleika fyri at hava tak yvir høvdið.
Allar skipanirnar hava sínar fyrimunir og vansar. Onkur skipan er einfalt sett saman, meðan onkur onnur hevur størri fokus á, at hvør króna skal fara í rætt stað. Ongastaðni riggar skipanin so illa, at hon er sett úr gildi aftur, og við øllum teimum royndunum, sum eru úr hesum samfeløgunum, sum líkjast okkara rættiliga nógv, eigur at vera gjørligt at seta eina skipan í gongd, sum rakar nøkurlunda rætt beinanvegin.
Kann setast rætt saman
Ein skipan við býlisstuðli hevur flestu somu veikleikar sum flestu aðrar stuðulsskipanir. Tað mest vanliga er, at stuðulin ikki endar hjá teimum, sum hava tørv á honum, men hjá teimum, sum selja stuðlaðu vøruna. Fáa øll, sum búgva til leigu ein stuðul, so er til dømis sera sannlíkt, at allir leiguprísir fara upp, og stuðulin endar tá hjá útleigarunum.
Tí hevur tað avgerandi týdning, at ein skipan við býlisstuðli verður sett rætt saman. Tc í mest møguligan mun bert verður sett í verk hjá teimum, sum hava tørv á stuðlinum.
Hetta kann til dømis vera gjørt við ítøkiligum treytum um inntøkur, ognir, samanseting av húsarhaldi við tali av børnum og so framvegis og hvussu nógv pláss verður mett neyðugt til eitt slíkt húski. Hetta kann hava við sær, at fólk ikki við stuðli fáa atgongd til sítt dreymaheim, men skipanin er heldur ikki ætlað til tað. Hon er ætlað til at hjálpa teimum, sum eru í einari sperdari støðu.
Lítið gerst uttan tak yvir høvdið
Tað er onki at ivast í, at støðan hjá teimum ringast sperdu í okkara samfelag alla tíðina hevur staðið sera ovarliga á breddanum hjá hesari samgonguni. Til dømis vóru hjálparpakkar ímóti inflatión settir í gildi beinanvegin samgongan kom til, samstundis sum láglønarbólkar hava fingið lønarlyft, meðan miðallønir og minni hava fingið ein skattalætta. Hetta eru átøk, sum hava verið neyðug at fremja, men tað sær ikki út til at raka nóg neyvt.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt upp til at hyggja nærri at hesum skipanum, so tær raka betri, og hevur positivt nevnt býlisstuðulin sum eitt amboð sum væl kann brúkast. Vit eru púra samd í hesum, tí býlisstuðulin hevur tann stóra fyrimunin, at tað kunnu vera greiðar treytir við hvør fær hann og stuðulin fer heilt greitt til at tryggja tak yvir høvdið.
Tí er okkara vón, at hetta málið verður viðgjørt nærri í politisku skipanini í nærmastu framtíð, so vit kunnu seta eina slíka skipan rætt saman – ikki fyri at hjálpa øllum, men fyri at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp.
Hervør Pálsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini
Eirikur í Jákupsstovu, limur í Fíggjarnevndini