Ein nátt í brummuni hjálpti upp á tað

Ein bilførari tók betri partar fyri seg eftir einari nátt í brummuni

Áki Bertholdsen
2. september 2024 kl. 08:57

Leygarnáttina varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.  

Men trupulleikar tóku seg upp tá ið tað vísti seg, at maðurin var útlendingur - og at hann heldur ikki dugdi enskt.

Tí skilti hann ikki, hvat løgreglufólkini søgdu og tey skiltu heldur ikki, hvat hann segði.

Men blóðroynd varð so tikin av honum, sum tey altíð gera - og so varð hann settur í brummuna tí tey máttu fáa greiði á, hvør hann er.

Men um náttina er okkurt hent, tí tá ið løgreglan aftur fór at tosa við hann út á dagin, dugdi hann væl enskt, so tey fingu greiði á, hvør hann er.

Nú verður málið so avgreitt sum eitt vanligt mál um rúsdrekkakoyring, so nú verður bíðað eftir úrslitinum av blóðroyndini.

Løgreglan sigur, at umstøðurnar eru soleiðis, at tey vænta ikki, at hann rýmir av landinum ímeðan, sum tey siga tað.