Ein millión plastikkfløskur keyptar hvønn minutt

Hvønn minutt verða meir enn ein millión plastikkfløskur keyptar runt um í verðini. Og nú er mikroplast eisini funnið í menniskjum

Emil Jacobsen
28. oktober 2018 kl. 12:10

Ein kanning, sum er gjørd í Eysturríki, hevur víst, at mikroplast nú eisini finst í menniskjum. Sostatt er plastdálkingin, sum hevur tikið dik á seg seinastu árini, nú komin aftur til okkum í gráum kálvsskinni.

Fyri hvønn minutt, sum gongur, verður meir enn ein millión plastikkfløskur keyptar runt um í verðini, men heimsins stjórnir eru nú farnar at seta átøk í verk fyri at tálma plastdálkingini.

 

Lesið meira HER