Talið av flóttafólkum, ið søktu um friðskjól í ES-londum í 2022 er næstan tvífaldað í mun til árið fyri.
Í alt vóru tað 923.991 umsóknir um friðskjól í ES í fjør. Tað er ein hækking upp á 46,6 prosent – í mun til talið av umsóknum í 2021.
Tað skriva nógvir altjóða miðlar, sum vísa til frágreiðing hjá Evroparáðnum.
Sambært frágreiðingini vóru meginparturin av umsóknunum lætnar inn í Týsklandi, síðan í Fraklandi, Spania og Eysturríki. Tær flestu umsóknirnar koma frá flóttafólki úr Sýria. Næstmest frá flóttafólki úr Afganistan, síðan Turkalandi, Venesuela, Kolumbia og Eritrea.
Í Týsklandi er talið av umsøkjarum hækkað við einum triðingi til 227.000 í fjør, sum er tað hægsta tað hevur verið síðan 2016. Triði hvør umsøkjari í Týsklandi kom frá Sýria, síðan Afganistan, Turkalandi og Irak, stendur at lesa í frágreiðingini.
Ukrainar nýtast ikki at søkja um friðskjól í ES-londum yvirhøvur, og eru tí ikki við í yvirlitinum yvir umsøkjarar.
Tó stendur at lesa í frágreiðingini, at tað vóru umleið fimm milliónir flóttafólk úr Ukraina, ið hava fingið “fyribils verju” í ES í 2022, eftir russisku innrásina í Ukraina.
Í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina tann 24. februar í fjør, so varð leiðbeiningin fyri fyribils verju sett í verk fyri fyrstu ferð. Hetta merkir, at flóttafólk úr Ukraina kunnu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í tí landinum, sum tey eru komin til.
Í Føroyum setti Umhvørvis- og vinnumálaráðið hjá undanfarnu samgongu á stovn eina samskipandi eind, sum skuldi tryggja eitt smidligt samstarv millum avvarðandi myndugleikar og tænastuveitarar fyri ukrainsk flóttafólk.
Í samskipandi eindini eru umboð fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Almannaráðið og Almannaverkið, Løgregluna, Heilsumálaráðið, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, Kommunufelagið og Reyða Kross.
– Fyribils uppihaldsloyvi kunnu eftir lógini verða givin fram til 17. mars í 2024 eftir Ukraina-lógini, skrivaði táverandi landsstýrismaðurin í integrasjónsmálum, Magnus Rasmussen, í telduposti til Dimmalætting í september í fjør.