Ein løgmaður sum peikar

Higartil er onki av hesum lyftum hildið, tvørturímóti hava øll fingið ein tyngri gerandisdag, hægri avgjøld á borgara og vinnu, og yvirskotið sum var, er vent til hundraðtals milliónir í halli

Bárður Á Steig Nielsen Formaður í Sambandsflokkinum
20. september 2024 kl. 04:45

Tað er ræðandi, at Føroya løgmaður seinastu tvey árini, brúkar orku uppá at skylda uppá hini, tí hansara samgonga ikki megnar at stýra.

Tað vóru føgur vallyfti givin frá sitandi samgonguflokkum, alt skuldi verða betur, øll skuldu fáa meir at liva av, arbeiða minni, bíligari breyð og grønmeti osv. og hall skuldi vendast til yvirskot.

Higartil er onki av hesum lyftum hildið, tvørturímóti hava øll fingið ein tyngri gerandisdag, hægri avgjøld á borgara og vinnu, og yvirskotið sum var, er vent til hundraðtals milliónir í halli.

Í síni tráan eftir at kasta ábyrgdina frá sær brúkar (misbrúkar) løgmaður eina uppgerð í frágreiðingini hjá Moody’s, har tað framgongur at grundraksturin sveiggjar ár um ár, og at hann var góður í árinum 2019 og 2021, minni góður í koronaárinum 2020 og 2022, fyri síðan at batna nakað aftur í 2023. (Sí talvu)

So mín áheitan á løgmann er, TAKIÐ ÁBYRGD, tað eru TIT sum sita við valdið – um TIT ikki megna tað, eru VIT til reiðar at taka yvir.