Ein litføgur fagnaðarkvøða til nýskapta føroyska list

Orð og tónar byrja aftur týskvøldið 22. august kl. 20 í Reinsarínum

Innsent
21. august 2017 kl. 10:09

Orð og tónar byrja aftur týskvøldið 22. august kl. 20 í Reinsarínum, og tá kaga vit inn í ymsar klivar í nýggja føroyska listaheiminum ígjøgnum nýggju bókina eftir Kinnu Poulsen Listamál.

Vit ætla at flyta innihaldið fyri ein part inn á pallin soleiðis:  

Umframt nakrar stuttar hugleiðingar um at ummæla list í Føroyum síggja vit brot úr spildurnýggjum leiki eftir Kristinu Sundar Hansen, sum verður frumsýndur í septembur, vit hoyra Jóanes Nielsen lesa nýggjar yrkingar, og vit práta við Sakaris Stórá um filmin, ið verður frumsýndur 6. septembur, saman við einum brellbita úr filminum.

Síðst men ikki minst: tónleikin hetta kvøldið eigur Knút Háberg Eysturstein.

Komið og hugnið tykkum á Reinsarínum saman við góðum tónleiki og áhugaverdum nýskaptum bitum úr føroyska listaheiminum tann 22. august!


Skráin er henda:

19:30   Dyrnar lata upp, Listamál kann keypast fyri serprís

20:00   Vælkoma

20:10   Kinna greiðir frá innhaldinum í bókini og lýsir vangamyndir og  annað við myndum á stórskíggja

20:25   Jóanes Nielsen lesur tvær nýggjar yrkingar

20:35   Tjóðpallurin sýnir brot úr sjónleikinum Ómegd 

20:45   Tónleikur

20:50   Steðgur í 20 minuttir

            Høvi verður at keypa sær bókina og fáa sær eina øl, vín ella kaffi

21:10   Dreymar við havið – prát við Sakaris Stórá + brot úr filminum

21:35   Bárður Jákupsson um týdningin at ummæla list

21:45   Tónleikur        


Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið Sprotin og Reinsaríið skipa fyri, og sum verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.