Sunneva hevur verið okkara stýriskvinna í felagnum seinastu 8 árini. Ein kvinna, sum nógv ítróttarfeløg í dag høvdu bønað um, at fingið í sína leiðslu. At verða suðuroyingur og samstundis hava eitt lætt-, tolandi-, og jaligt lyndi, er ikki ein og hvørjum givið. Ein gáva. Ein sessur, sum Sunneva hevur røkt til fullnar. Altíð hevur hon tikið felagsskapin fram um seg sjálva í felagnum. Hon er nærløgd, ábyrgdarfull og røkin.
Takk fyri tað, Sunneva
Ikki er tað eitt ókent fyribrigdi hjá ungu kvinnuni úr Fámjin. Hon tekur sær nemliga dagligt av svárt sjúkum sjúklingum í starvið sínum sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Sunneva byrjaði í felagnum sum verjuleikari. Seinni var tørvur á málverja, og hettar tók Sunneva gleðiliga á seg. Nógvar fótbóltsdystir eru tað blivnir til, har ÍF Føroyar búðmerkið hevur sitið nær hjartað. Samstundis røkti hon forskvinnusessin
Skúlagarðurin í Fámjin hevur nógv at verða stóltur og fegin um. Har lærdi Sunneva sínar rørslur og sínu knús hørðu skot. Hon menti seg frá at vera ein vøkur blóma, til í dag at standa sum eitt vakurt blómutyssi, sum “aaldroon fer heim úr býnum”.
Sunneva hevur verið við, tá menn og kvinnur skuldu hjúklast um, og óansað um tað so var summar ella jól - altíð við og altíð fyri eyga, at onnur í felagnum skuldu hugna sær.
Tað sum ikki drepur teg, ger teg sterkari, Sunneva.
Sunneva Famjon tók avbjóðingina, og kann gleðiliga í dag kalla seg fyrrverandi forskvinna í ÍF Føroyum fótbólti.
Takk fyri tíðina Famjon.
“ Jé á fjallatindi standi
Vakra sjón jé líti á,
Sólarglæman yvir Fámjin,
Har sum jé í vøggu lá “
Við fótbóltskvøðu,
Leikarar, viðhaldsfólk og nevndin.