Ein kommuna fyri øll?

Meðan stór framgongd er í kommununi innan fleiri øki,  eru tað onnur øki, ið nærum verða skúgvaði til viks. Eitt nú játtanin til serøkið, sum framvegis tann sama. Tað er óskiljandi, tí hetta gongur út yvir tað mest dýrabara av øllum: Børnini.

Jan Vestergaard
2. oktober 2024 kl. 21:00

Eg havi verið ótrúliga heppin við miðlingabarninum. Hann fekk diagnosuna sum heilt lítil og fekk tí neyðugu hjálpina sera skjótt. Tað broytti hansara lív. Hann fekk eitt fantastiskt tilboð í skúlanum, og vit sum foreldur høvdu ikki fyri neyðini at stúra, eins og áðrenn.

Tó veit eg, at soleiðis er støðan ikki hjá øllum. So langt frá. Og tað als ikki nøktandi, tí vit, sum hava børn við serligum tørvi, vita hvussu týdningarmikið tað er, at fáa røttu hjálpina beinavegin. Tað hevur nærum alt at siga.

Í dag er støðan tann, at fleiri av børnunum, sum standa á biðilista hjá landinum, skulu bíða í minsta lagi tvey ár fyri at verða útgreinaði. Tá tey so hava fingið diagnosuna, so koma børnini til eitt øki hjá kommununi, sum verður undir harðari og harðari trýsti. Hetta tí, at neyðugu játtanin yvirhøvur ikki fylgir við!

 

Kommunan skal vera fyri øll

Vit í Tórshavnar kommunu kunnu hyggja aftur tey seinastu árini og síggja stóra framgongd innan fleiri økir. Vit búgva sum heild í einari góðari kommunu, hóast vit øll kanska ikki verða samd um, hvørji øki skulu raðfestast fram um onnur.

Hjá mær er eingin ivi: Serøkið skal fáa ovastu raðfesting. Eitt øki, ið als ikki hevur fingið  lut í framgongdini, eins og onnur øki.

Ein fíggjarætlan fyriliggur fyri komandi ár hjá kommununi, og á henni stendur, at játtanin er júst tann sama sum undanfarin ár. Hetta, hóast vit sum foreldur, stovnar og fakfólk hava gjørt vart hetta.

Eg haldi, at vit skulu hækka játtanina frá 10 milliónum til 20 milliónir krónur, soleiðis at stovnar og fakfólk innan serøki kunnu fáa frið at arbeiða undir munandi betri umstøðum. Og mest av øllum, soleiðis at børn, sum veruliga stríðast, fáa neyðugu tímarnar, ið søkt verður eftir.

Harafturat skulu vit sum kommuna eftirmeta, hvussu vit fáa starvsfólkini innan serøki at støðast. Kommunan átti at veitt eitt serligt ískoyti til tey, sum arbeiða á hesum øki, soleiðis at vit fingu mannað fleiri serstovur á stovnum runt um í kommununi.

Hetta snýr seg ikki um asfalt og betong, men tað allar dýrabarasta av øllum: Børnini. Og tað eiga vit at raðfesta hægst.

 

Jan Vestergaard

Valevni hjá Fòlkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu