Ein handil sum bert finst í veruleikanum

Alt fleiri handlar fáa heimasíðu og nethandil - men tað eru nakrir, sum tilvitað velja tað frá

Sigrid Sighvatsson
16. februar 2018 kl. 11:24

Í hjartanum av Aarhus hevur ein handil ligið í samfull 30 ár. Aðrir handlar eru komnir og farnir. Nógvir teirra finnast nú bert á netinum. Men ikki Carrol og Carmen, sum bert finst í Latínarkvarterinum í Aarhus – uttan nethandil og heimasíðu

“Come, come in and sit down. This is the scent that tells a time of my life, the life of a visionary. This is a journey, while listening to the sound of smell of words.”

Tað var angin og hesi orðini, ið leiddu meg og Iben Leth saman. Eg var inni í handlinum hjá henni, ið kallast Carroll og Carmen, og sum liggur í hjartanum av Aarhus, og helt fyri, at her angar so væl. So byrjaði Iben at fortelja hvørjum, tað angaði av, at hon hevði møtt einum italskum parfurmøri heilt tilvildarliga, tí hon eigur summarhús í Italia. Ein sera spennandi persónur og hann bjóðar Iben til kaffi og seinni til events, har fólk frá Prada og øðrum kendum mótahúsum eisini eru til staðar.

Iben fortelur mær, at hvør flakon angar nakað serligt og hevur eina søgu. Hon vísir mær mynd av Meo Fusciuni, parfurmørinum. Hann kann nakað heilt serligt við anga, og sær hann ikki eisini fittur út, sigur hon? Jú, sigi eg. Alt hetta ljóðar so spennandi, at eg kundi hugsað mær at fingið eitt longri prát við teg. Ja tað kunnu vit gott, sigur Iben, og vit gera av at hittast á café La Cabra, ein sera hugnalig café í Latínarkvarterinum í Aarhus.

Enn er handilin Carrol og Carmen hjá Iben Leth ikki at finna á netinum. Henni dámar best at selja sínar vørur andlit til andlits

Tað er akkurát, sum um eg kenni Iben, ið eigur handilin Carroll og Carmen, sum eisini liggur í Latínarkvarterinum. Alíkavæl veit eg einki meir um hana, enn hon altíð hevur havt handilin Carroll og Carmen, síðani eg kom til Aarhus. Vit hava eisini búð í Latínarkvarterinum, so eg datt ofta inn á gólvið hjá Carroll og Carmen og havi heilt sikkurt eisini verið ein góður kundi. Tí kenni eg á mær, at vit kennast, hóast eg ikki heilt veit, hvør henda Iben er, sum hevur rikið ein mótahandil í nógv ár, har nógv teir flestu smærri handlarnir bukka undir teimum stóru handilsketinum.

Iben er fødd í Keypmannahavn, men so fekk pápi hennari arbeiði í Aarhus, og tí máttu tey flyta til Aarhus, og so víðari til Afrika, og til endans aftur til Aarhus.

Iben hevur altíð havt áhuga fyri list og estetikki og móti hevur verið hennara serkunnleiki. Hon er útbúgvin skraddari og hevur gingið á kenda skúlanum Oits College Of Art design í Los Angeles.

Har kom hon í samband við filmsídnaðin, og arbeiddi við búnum til filmirnar Titanic og Star Wars. Eisini samstarvaði hon við kenda filmsleikaran Johnny Depp, sum tá gjørdi filmin Edward Scissorhands.

Henni longdist tó heim aftur til Danmarkar og Aarhus og byrjaði at arbeiða sum fríyrkisfólk hjá Danmarks Radio og Aarhus film.

Klædnamótin boðar frá einum litríkum vári

Í 1985 møtti hon Harald Holstein, sum er greivi og sum var í holt við at lata Noa Noa handlar upp. Tey bæði lótu upp ein handil saman, har sum Carroll og Carmen er í dag. Tað gingu ikki nógv ár, so keyptu hon Harald Holstein út úr handlinum og byrjaði sum sjálvstøðug vinnurekandi. Seinni kom ein onnur kvinna, sum eitur Katja, í starvsvenjing hjá Iben, og í dag eigar tær báðar handilin Carroll og Carmen.

Iben elskar at arbeiða við móta, og hon hevur eisini skipað nógvar mótamessur. Móti, mentan og list hevur altíð havt hennara áhuga. Hon hevur lisið antropologi, og tí dámar henni eisini at arbeiða við fólki og móta.

Tað er eingin ivi um, at Iben veit nógv um móta og kvalitet. Hon kemur eisini ofta í samband við tey heilt røttu fólkini.

Leðurtaskur: Rita Merlini, Italia. Allar taskurnar eru hondgjørdar. Hvør einstaki leðurstrimmil er kliptur við hond

Hon var í Marokko og ferðaðist og fekk tað hugskot, at hon kundi hugsað sær at designa skógvar. Hon spyr seg fyri, um nakar veit, hvør dugur væl at gera hondgjørdar skógvar. Ein maður, sum hoyrir hana spyrja um hetta, sigur, at tað ger hann. Dagin eftir sigla tey langt og koma so til ein skómakara. Tá Iben sær navnið Salaroe Feragom á nøkrum skóeskjum, spyr hon mannin sum er við sær, um viðkomandi ger skógvar fyri hetta merkið? Ja, er svarið og so er Iben ikki í iva um, at hon er kom til ein góðan skómakara. Í dag kanst tú keypa hondgjørdar skógvar í Carroll og Carmen, sum tær sjálvar sniðgeva og framleiða.

Tær framleiða eisini silkiturriklæði, sum verða framleidd hjá silkikonginum í Italia, tí hann eisini framleiðir turriklæði fyri Chanel. Hesum framleiðaranum møttu hon eisini tilvildaliga, tí hon eigur summarhús í Italia.

Carroll og Carmen innflyta eisini fleiri unik ting, sum t.d. italskar taskur, skógvar og smúkkur úr Paris.

Danskir sniðgevar. Henrik Vibskov og Aiayu

Samanumtikið kann ein siga, at Iben og Katja have teirra egna DNA. Tær eru sera tilvitaðar um, hvat tær vilja selja. Til dømis smúkkur úr Suðurafrika, sum eru gjørdar av lokalum sniðgevum.

Carroll og Carmen ynskja bert at vera ein fysiskur handil, har fólk koma tilvitaði at hyggja, merkja og anga tað, tær hava valt at selja í teirra sera sjarmerandi handli í tí sera sjarmerandi Latínarkvarterinum.

Hvønn dag fáa tær fyrispurning, um tær ikki skulu hava ein nethandil, og sjálvandi er tað ein vandi ikki at hava ein nethandil, men Iben dámar best at selja vørurnar andlit til andlits.

 

FAKTABOKS:

Klædnaskápið hjá Iben

Stílur: Klæðir eru estitikkur fyri Iben. Hon ivast tó í, um hon hevur ein serligan stíl. Hon kundi gott gingið í eyðkennisbúna.

Íblástur: Iben ferðast nógv. Tónleikur og list geva henni eisini íblástur. Hon finnur eisini íblástur í bókum og á messum.

Yndissniðgevi: Prada og danski sniðgevin Henrik Vibskov.

Tann perfekta klædnadraktin: Nakað, ið kenst væl at vera í og móti kroppinum. Klæðir gjørd úr náttúrutilfari. Hondgjørdir skógvar. Prýði úr øllum heraðshornum, har hon hevur ferðast. Hondgjørda leðurtasku.

Angi: Meo Fusciuni.