Ongi úrslit

Ein grýtissmyril krokaði umborð á Norrønu

Tá Norrøna var í donskum sjógvi í vikuskiftinum setti ein grýtissmyril seg at rinda sær møðina umborð

Sigurjón Einarsson
22. sepember 2021 kl. 14:06

Norrøna fekk ein sjáldsaman gest á vitjan, tá skipið sigldi í donskum sjógvi í vikuskiftinum. Soleiðis skrivar Smyril Line á sínum Facebook-vanga:

– Móður og kaldur, hevði hesin vakri grýtissmyrilin funnið sær eitt gott pláss at kroka umborð á Norrönu í vikuskiftinum.

– Onkur vildi vera við, at hann kanska kendi seg sjálvan aftur á skorsteininum, skrivar Smyril Line.

Grýtissmyril ella Tornfalkur (frøðiheiti - Falco tinnunculus) líkist nógv smyrli, men kennist frá honum av tí, at hann er meira reyðbrúnur omaná og hevur longri vel.

Hann kann hanga stillur í luftini, meðan hann flaksar við veingjunum. Grýtissmyril byggir sær ikki reiður sjálvur, men tekur reiður, sum aðrir fuglar eru farnir frá. Sjáldan gevur hann seg eftir fuglum; mest etur hann mýs og ormar.

Grýtissmyril livir í Afrika, Asia og í stórum parti av Evropa. Serliga nógv sæst til fuglin í Suðursvøríki. Grýtissmyril er sjáldan sæddur í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Í gjár kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

Í gjár kl. 16:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

18 tímar síðan

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00