Ein grønlendari og ein føroyingur á Christianshavn

Nauja Lynge er til reiðar við nýggjari skaldsøgu um at vera minniluti í Danmark.

Steinar Patursson
10. mars 2021 kl. 13:50

Grønlendski rithøvundurin og samfelagskjakarin, Nauja Lynge, er nú til reiðar við einari nýggjari skaldsøgu um tað at vera minniluti í kongaríkinum Danmark.

Skaldsøgan er um Elisu, ið er flutt til Onglands fyri at sleppa undan teimum stereotypunum, sum eru í Danmark. Elise noyðist tó at flyta aftur til Danmarkar, har hon hittir føroysku Sólrun á Christianshavn, sigur Sermitsiaq um nýggju skaldsøguna.

- Teirra lív verða flættað saman við einari undirliggjandi konflikt millum føroyingar, grønlendingar og danskarar. Søgan handlar um eitt avbjóðandi lív sum partur av grønlendska og føroyska minnilutanum í Danmark, stendur í tíðindaskrivinum um nýggju skaldsøguna.

Tað er forlagið Byens Forlag, ið gevur út bókina, sum er til reiðar í apríl.

- Tað er eisini forteljingin um tvær sterkar kvinnur – Elisu og Sólrun – sum óviljað endað í einum drama, tá ein ungur grønlendskur maður doyr. Løgreglan vil ikki gera nakað, tí hann er grønlendingur. Prikað verður til grønlendskar og danskar politikkarar og til danska fólkið, sum í heilum halda fast í fordómum, sigur tíðindaskrivið.

Nauja Lynge er fødd í 1965 og millum annað hevur hon ein blogg á Jyllands Posten. Nauja Lynge umsitur Facebook síðuna ”Rigsfællesskabet til debat”, ið nógvir føroyingar fylgja. Áður hevur Nauja Lynge millum annað útgivið skaldsøguna ”Ivalu’s Color” og sjálvævisøguna ”Jeg er Nauja. En grønlandsdanskers bekendelser”.