Ein fuglur kann hava verið orsøkin til eldsbrunan

Tað kundi verið so nógv verri, tá ið eldur kom í eina gravkúgv í gjár

Áki Bertholdsen
24. mai 2024 kl. 08:00

Enn hevur løgreglan ikki fingið greiði á, hví eldur kom í eina gravkúgv í gjár. Tað var rættiliga dramatiskt, tá ið sløkkiliðið royndi at sløkkja eldin í eini gravkúgv, sum stóð í ljósum loga á steðgiplássinum til bussar uttan fyri Kollafjarðartunnilin, kollafjarðarmegin.

Ímeðan tey sløktu, sprongdist eitt av dekkunum í øllum hitanum og tað reyk einar 30 metrar niðan í hagan. 

Tí varð vegurin avbyrgdur eina løtu so at eingin vandi skuldi standast av, skuldi eitt dekk afturat, sprongst.

Men Løgreglan sigur eisini, at tað kundi enda heilt galið, tí eldur kom í gravkúnna inni í sjálvum tunlinum.

Hon varð sett upp í eina last, tí hon skuldi flytast norður um, men inni í tunlinum kom brádliga eldur í.

Men teir sum førdi gravkúnna ígjøgnum tunnilin, hildu høvdið kalt og fingu koyrt úr tunlinum og inn á steðgiplássið, har teir fingu koplað lastina við gravkúnni, av.

Hevði gravkúgvin ikki komið úr tunlinum, kundi tað elvt til óbótaliga skaða, tí ein eldur í einum tunli er ein heilt onnur søga, tí alt fyllist við royki, og tað elvir til ómetaligan hita. Sostatt er tað bæði ringt at sleppa framat at sløkkja, umframt at tað er rættiliga vandamikið fyri fólk í øðrum bilum í tunlinum.

Løgreglan veit ikki enn, hví eldur kom í gravkúnna. Men hetta er tíðin tá ið fuglar reiðrast og tað er ikki ókent at fuglar reiðrast í motorrúminum á bilum og gravkúm. Tá ið motorurin so hitnar, kemur eldur í reiðrið og tað kann elva til stóran skaða, sum tað gjørdi í hesum føri.

Men løgleglan sigur, at hetta er bara ein tanki og at tey ikki vita nágreiniliga, hví eldur kom í. Motorurin gekk ikki ímeðan hon stóð í lastini, men hann kann hava verið heitir kortini, vissi hann hevur gingið eina løtu framm

Tey vita heldur ikki enn, hví eldur kom í húsini við Norðskála.