Tíðliga í gjáramorgunin, um tað tíðina fólk fóru til arbeiðis, varð løgreglan í Norðoyatunlinum við ferðmátaranum.
Tey vóru har í ein góðan tíma, men har varð bara ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt. Afturfyri koyrdi hann alt ov skjótt, tí hann koyrdi 106 kilometrar um tíman, so tað gevur honum eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.
Um sama mundi fekk løgreglan eisini boð um eitt ferðsluóhapp uppi í Hoyvík.
Tað var ein bilførari, sum skuldi av Garðavegi inn á Hvítanesvegin. Hann hevur treytaleysa víkiskyldu, men hann ansaði ikki eftir einum bili, sum kom niðan eftir Hvítanesvegnum.
Tað brast, men fólkaskaði var eingin og bilarnir sjálvir fingu heldur ikki stórvegis skaða.
Men tað er dýrt ikki at halda treytaleysa víkiskylduna, tí tað gevur klipp í koyrikortið - men elvir tað til ferðsluóhapp, missur bilførarin koyrikortið.