Ein fekk klipp - og ein missur kanska koyrikortið

Ein ferðslukanning og eitt ferðsluóhapp var í gjár

Áki Bertholdsen
8. oktober 2024 kl. 09:05

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar við Gøtugjógv og har varð ein bilførari tikin. Hann koyrdi alt ov skjótt, tí hann fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra næstan 80.

Í gjár hendi eisini eitt ferðsluóhapp á krossinum við Eystara Ringveg og Hvítanesvegnum.

Ein bilur, sum kom koyrandi eftir Hvítanesvegnum, og skuldi snara til vinstru eftir Ringvegnum, kom ov langt fram og stoytti saman við ein bil, sum kom eftir Ringvegnum.

Sostatt hevur hann ikki hildið víkiskylduna og tá ið tað elvir til samanstoyt, er tað ofta, at bilførarin missur koyrikortið.

Men nú verður málið so viðgjørt, áðrenn ein endalig støða verður tikin.